Afturhvarv
14
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eitt legg norðureftir
Fara vit norðureftir til Danmarkar, koma vit fram á myntir, ið eru
frá jarnøldini, umleið 500 – 750 e.Kr. Hetta eru rómverskar myntir,
ið stava frá handilssambandi millum germanar og rómverjar, og sum
síðani eru endaðar í Danmørk. Tílíkar myntir vóru ómetaliga virðis-
miklar og vórðu tí ofta gjørdar til prýðislutir.
Elstu donsku myntirnar, ið vit vita um, stava frá víkingatíðini. Svein
Tvískegg, danakongur, umleið 986 – 1014, var tann fyrsti, ið setti navn
sítt á danska mynt. Tað var kortini bara tann eina myntin
, penning,
ið
sligin var í kongstíð hansara.
Silvurið í myntini gjørdi av virðið á myntini. Penning: 1 gram av
silvuri. Ørtogi: 8 gram av silvuri. Oyri: 25 gram av silvuri. Mørk:
200 gram av silvuri. Ørtogi og Oyri vóru roknieindir. Mynteindirnar
ørtogi, oyri og mørk verða settar saman við føroyskum viðurskiftum.*
Vórðu virðini umroknað til vørur, so fekst til dømis ein góð kápa fyri
1 ørtog. Tú kundi eisini keypa eina skeppu
,
1/8 tunna, av góðum kor-
ni fyri sama prís. Fyri 1 mørk, tað er 200 gram av silvuri, kundi tú
keypa ein konufólkatræl. Mannfólkið kostaði tað sama sum eitt ross,
300 gram av silvuri ella hálvaaðru mørk. Írland hevði í fornari tíð
einki gjaldoyra, og sagt verður, at virðið varð mett við trælkonum og
hálvum mjólkineytum. Ein trælkona var verd 6 hálv mjólkineyt.
Nógv viðurskifti benda á, at peningur fær størri útbreiðslu í miðøld,
umleið 1000 – 1500. Tá í tíðini var avgjald, slagskattur, lagt á mynt-
gerðina. Í 1231 komu 98.000 penningar í danska ríkiskassan av
hesum sama skatti. Verður skatturin settur til 4%, so samsvarar tað
við, at 2.460.000 penningar komu í umfar hetta árið. Tølini eru sum
vera man bara leiðbeinandi, men tað er ikki einki, tá hugsað verður
um, at áleið 1 millión íbúgvar vóru í norðurlondum hesa tíðina.
Katólska kirkjan
Pávin Innocens 3 áleggur sínum tegnum í árinum 1213 at seta upp
pengakubbar í kirkjunum. Kubbarnir komu at standa nógvastaðni,
eisini í kirkjum úti á bygd. Nevndu dømini siga eitt sindur um, at
peningur var meira enn viðfáningur, men er vorðin týðandi partur av
blandingsbúskapinum, tað er, tá ið tað almenna roynir at stýra einstak-
lingsframtakinum.
Samanumtikið kann verða sagt, at katólska kirkjan í miðøld hevði
stórt vald, og danska kirkjan var tvinnað saman við katólsku kirkjuni
við pávanum í Rom á ovastu rók.
*
”Frøði” nr. 1/1993. Grein eftir Arna Thorsteinson