Marknaðarlæra - page 43

Broytingartíðir
43
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eitt tað fyrsta handverkið, ið var lagt um til ídnað, var veving, og
maskinveving loysti av handveving. Hópframleiðslan hevði nú sæð
dagsins ljós.
Ídnaðarmenningin hevði nógvar samfelagsligar avleiðingar í kjalar-
vørrinum. Nú var vørugerðin ikki soleiðis bundin at vatnorku, og tí
kundu virkini verða sett aðrastaðni. Saman við virkseminum flytur
arbeiðsmegin til býirnar.
Broyttu viðurskiftini í vørugerðini krevja stórar íløgur í maskinur,
men nu ber til at hópframleiða vørurnar, og tað broytir nógv fram-
leiðslukostnaðin ella tann kostnað, ið stendst av hvørjari framleiddari
eind. Hesar umstøður gera soleiðis vøruna bíligari at keypa.
Eindarkostnaður í handverki og ídnaði
Kostnaður
Nøgd
Eindarkostnaður
í ídnaði
Kostnaður
Nøgd
Eindarkostnaður
í handverki
Vøkstur í flutningi
Annað umfarið í menningini hevði við sær ein øgiligan vøkstur í
flutninginum. Stórar rávørunøgdir verða fluttar til ídnaðarvirkini,
og lidnar og hálvlidnar vørur verða fluttar úr virkjunum. Serstakliga
dampmaskinan fær stóran týdning í hesum sambandi. Fyrsta jarn-
breytin varð løgd í 1825, og fyrsta dampskipið kom í sigling umleið
1830.
Síðani er ídnaðarmenningin farin fram í risastigum. Fyrst í teimum
londum, ið høvdu atgongd til brennievnið kol. Seinni gjørdust kendu
ídnaðarlondini í Evropa partar av hesari menning, og ikki minni
vestan hav í Amerika.
Læknin LeBlanc
Ein annar táttur í menningini var tann kemiski ídnaðurin. Fyrsta lopið
var, tá ið franska vísindaliga akademiið í 1775 fyrireikaði eina kapping
at gera bíligt svartasalt ella vaskisodu. Svartasalt er tað grundevnið, ið
sápa, glas og pappír verður gjørt burturúr.
1...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...286
Powered by FlippingBook