Marknaðarlæra - page 48

Broytingartíðir
48
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hugsjónarmaðurin Ólavur á Heygum
Vestmenningurin og kongsbóndin Ólavur á Heygum heitti í 1901
á Løgtingið at bera so í bandi, at ein telefonlinja varð løgd millum
Havnina og Vestmanna. Tingmenn vóru ósamdir um hetta mál, og
einki ítøkiligt spurdist tí burturúr. Endin var, at Ólavur sjálvur søkti
danska státin um loyvi at leggja hesa linju og dríva hana. Òlavur fekk
hetta loyvið í eitt tjúguáraskeið, og linjan var liðug í 1905.
Tástani raknaði Løgtingið við og setti sær fyri at leggja linjur um alt
landið, og farið varð undir hetta arbeiðið í 1906. Tað var eisini í 1906,
at telegrafkaðalin hjá Store Nordiske kom á land í Sandagerðsvík í
Havn, og beinleiðis samband fekst á fyrsta sinni við útheimin.
Telefonsamband var knýtt við útheimin í 1954, og tá vóru eini 600
túsund fjarrit um árið avgreidd millum lond. Eina hálva øld seinni eru
fjarritini áleið 12 – 15 túsund um árið, at kalla bara innanoyggja.
Ólavur á Heygum var eisini maðurin, ið alla ævi sína virkaði fyri at
fáa eitt vatnverk við Fossá í Vestmanna. Ólavur doyði í 1924, og vatn-
verkið kom sostatt ikki í hansara tíð. Men smærri verk komu kring
landið. Vágbingar vóru fyrstir við vatnverkinum í Botni í 1921. Fyr-
sta motorverkið kom í Havn sama árið, og í 1931 kom vatnverkið við
Strond í Klaksvík.
Skuldi framburður og menning verða í samfelagnum, so var alneyð-
ugt, at ein samskipað el-veiting kom millum bygdir. Tað eydnaðist
hugsjónarmonnum í 1946 at skipa interkommunala felagsskapin
SEV, sum í fyrstu atløgu fevndi um Streymoynna, Eysturoynna
og Vágarnar. Stórætlanin, Fossáverkið, hjá bóndanum á Heygum í
Vestmanna fór í gerð í 1954, tríati ár eftir deyða hansara.
Eitt nøktandi vegasamband var ein annar neyðugur táttur í samfelags-
menningini, men hendan íløgan fekk ein tungan burð og gjørdist
eitt drúgvt mál. Tað gingu 60 ár frá tí fyrsta millumbygdavegnum
millum Skopun og Sand fram til tað stóra lopið, at Føroya Løgting
álegði Landsverkfrøðinginum at fara undir stórfingnu vegagerðina í
1960-árunum.
Fiskivinna
Fiskiskapur føroyinga var sjálvdráttur við snøri, og fiskivinnan var
nógv grundað á at virka saltfisk og klippfisk. Eftir fyrra heims-
bardaga varð klippfiskavirkingin ídnaðargjørd, so hvørt sum turki-
húsini komu. Fyrstu frystivirkini komu umleið 1960, og sum
sekstiárini liðu, komu alsamt fleiri flakavirki í oyggjunum. Tey fyrstu
flakavirkini vóru ikki rættilig ídnaðarvirki, tí at meginparturin av
arbeiðinum var enn við hond. Við maskinskering og framhaldandi til-
lagingum við nýggjari tøkni gjørdist flakaídnaðurin veruleiki.
1...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...286
Powered by FlippingBook