Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggjar tíðir
58
Felagslaging og bólkar
Av og á verður heimurin líknaður við ein pall við skiftandi myndum,
har vit øll eru leikarar í fjølbroyttum leiklutum. Tað áhugaverda í
slíkari útsøgn er, at tú sjáldan sært teg sjálvan sum leikara, men heldur
sum áskoðara, hóast pallmyndirnar endurspegla tín egna gerandis-
dag. Felagslagingin fer soleiðis fram óbiðin, og tú gloymir mangan, at
eisini tú ert partur av tilgongdini.
Umhvørvið, ið vit liva í, krevur og væntar av okkum eina felags-
laging, eina tillaging til samfelagið, eina mest eftir siðvenju og hug-
burði. Hvør tú ert, og hvat tú gert, hevur nógv at siga. Tú verður nógv
ávirkaður av tí, ið tú hoyrir, lesur og sært, á sama hátt sum lívsroyndir
og lívsháttur merkja og ávirka atferðina.
Javnan og gjarna ert tú saman við fólki, ið tú trívist saman við og ert
samsintur við. Og tí er ikki ógrundað, tá ið tikið verður til: Sig mær
hvørjir vinir tínir eru, og eg skal siga tær, hvør tú ert.
Men sannroynd er, at viðhvørt kann samveran við onnur elva til
ótryggleika, ið kann hava við sær óneyðugan skilnað ímillum okkum
og hini, svørt og hvít, lærd og ólærd. Tílíkur hugburður er minni enn
so altíð tilvitaður og kann lættliga elva til álvarsamar fordómar og
aðrar trupulleikar.
Tú ert eisini partur í einum húski, og húskið er í einari størri eind,
býlingi, bygd ella býi. Ert tú klaksvíkingur, ert tú norðingur, og ert tú
vágbingur, ert tú suðuroyingur, og tú heldur við KÍ ella VB. Men tá ið
føroyska landsliðið spælir, tá ert tú føroyingur og heldur við Føroyum,
men øll eru vit heimsborgarar.
Will
Felagslaging er tann máti, ið hvør einstakur tekur til sín samfelagssinni,
hugburð og siðvenju í umhvørvi sínum.
Ein mynd
Mangan verður tikið til, at ein mynd er frægari enn 1000 orð. Tílík
útsøgn er ikki rættari enn nógvar aðrar, men tað skerst ikki burtur, at
ein ímynd kann seta dýpd í mynd. Kann fáa teg at hugsa øðrvísi og at
síggja við øðrum eygum.
Gongur tú fram við sjóvarmálanum, er sannlíkt, at tú fyrr ella seinni
kemur fram á malargrót, stórt sum smátt. Tú eygleiðir sjógvin skola
um steinar og grót. Tú sært, at aldur og súgur fáa grótið at liva og
mala, at steinar brýna steinar, at grót brýnir grót, og eingir hvassir
kantar eru.