Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggjar tíðir
60
Tilvísingarbólkur
Tilvísingarbólkur er bólkur, ið víst verður til, og sum einstaklingur
fegin samlíkist við. Ítróttastjørnur, filmshetjur, popparar, kend og
víðagitin fólk eru eyðkend dømi úr tilvísingarbólki. Fjepparar hava
einki beinleiðis persónligt samband við fyrimyndir sínar. Men
bólkurin hevur stóran týdning í nógvum søluvirksemi, tí at fjeppara-
skarin hermir eftir fyrimyndunum og vil fegin líkjast teimum í sinni
og skinni. Bólkurin kann verða lýstur soleiðis:
Wil
Tilvísingarbólkur er bólkur, ið tú undir ávísum umstøðum samlíkist við, og
sum tí merkir tína atferð.
Hesin umrøddi bólkurin er sum skilst ein hugaður ella jaligur bólkur,
sum fólk taka væl undir við og fjeppast uppi í. Men tað finst ein
annar tilvísingarbólkur, ein sonevndur øvugtur tilvísingarbólkur, sum
summi fjeppast uppi í, men sum vekir andstygd hjá øðrum.
Hvørjar røtur tínar eru, og hvaðani tær koma, ger nógv av, hvar tú
trívist og støðast. Vit kunnu tískil taka undir við útsøgnini, at tað, sum
sæst og hoyrist, veldst um eygu og oyru, ið síggja og hoyra.
Will
Einstaklingur og tilknýti til bólkar
Einstaklingur
• Høvuðsbólkur
Einstaklingur
• Undirbólkur
Einstaklingur
• Tilvísingarbólkur
• Tilknýti í mesta lagi í høvuðsbólki.
Slóðari
Sonn søga sigur frá heimskenda sjónleikaranum Clark Gable, sála,
at hann í einum leikparti læt seg úr skjúrtuni og var í ongari undir-
troyggju. Hetta fekk álvarsamar avleiðingar fyri tey, ið gjørdu undir-
troyggjur.
Fólk, ið soleiðis gerast fyrimyndir og ganga undan, verða ofta nevnd
slóðarar. Við sínari tign og atferð hava hesi fólk virðing millummanna
og kunnu á tann hátt fáa onnur at taka upp eftir seg atferð og hugburð.
Tað eyðkenda er, at tú klæðir og fríðkar teg og hermir eftir hesum
fólkum og vilt hava somu eyðkenni sum tey.