Marknaðarlæra - page 66

Brúkaraviðurskifti
66
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Likamstørvur og sálartørvur
Tystur og gorhungraður, tá verður gjørt nógv fyri at svala tostan og fáa
eitthvørt til matna. Lúgvaður, tá er hvíldin átrokandi, og ert tú kaldur,
tá ræður um at fáa hitan aftur í kroppin. Likamstørvurin ger soleiðis
vart við seg, tá ið á stendur, og hann minnir á, at tilverugrundarlagið
er at nøkta likamstørvin so ella so. Av hesum skilst, at menniskjan á
hungursmarkinum hevur lítla orku at hugsa um sálartørv.
Sálartørvur eru kenslur og hugsanir, ið hava stóran týdning fyri tann
einstaka. At kenna tryggleika er partur í sálartørvi, og at onnur viður-
kenna teg og títt og hava virðing fyri tær, er umráðandi. Eyðkendur
sálartørvur er eisini vón um vakurleika, vinalag, vitan og nýskapan.
Fýra sálartørvir skulu verða umrøddir: Trygdartørvur,
Felagstørvur,
Sjálvsøknistørvur, Sjálvsbúningartørvur.
Will
Likamstørvur er tey krøv, ið hava samband við tilverugrundarlagið hjá tí
einstaka, til dømis svøvnur, matur og drekka. Sálartørvur vísir til tann tørv,
ið er, eftir at mesti likamstørvur er nøktaður.
Á ferð í tørvvarðanum
Ferðin er nú byrjað í tørvvarðanum. Stigið er tikið úr likamstørvi á
fyrstu rók í sálartørvi. Sálarliga og likamsliga trygdin og verndin eru
umráðandi á hesari rók. Vit keypa til dømis tryggingar og spenna
okkum í trygdarbelti og vilja soleiðis verja okkum fyri ótta og pínu.
Vit tráa eisini eftir tryggleika í starvinum, at umstøður samsvara
ásettum krøvum, og at samljóð ræður við starvsfelagar, vinfólk og
húsfólk.
Will
Trygdartørvur er trongdin at kenna likamsligan og sálarligan tryggleika.
Eitt stig aftrat, og rókin felagstørvur er rokkin. Hesin tørvur sipar
til, at kærleiki, felagslív og samvera við onnur eru týðandi tættir í
hvørjum mannalívi. Til dømis er felagskenslan í føroyskum dansi
bæði sterk og sjónsk. Kenslan av at hoyra saman og vera saman við
vinum og kenningum fremur felagskensluna. Gamalt er, at maður er
manns gaman.
Will
Felagstørvur er trongdin at vera saman við øðrum í felagsskapi og
soleiðis fremja felagskensluna.
Ferðin heldur fram í tørvvarðanum, og nú eitur rókin sjálvsøkni.
Feril av reypi og sjálvshevjan verður nú sjónskt. Tú vilt verða væl
dámdur, verða róstur og viðurkendur fyri avrik tíni. Vit komast eisini
við tørvin á sjálvsvirðing og sjálvsáliti, og varnast sjálvsøkni, ið ger
um seg og verður sjónskari.
1...,56,57,58,59,60,61,62,63,64,65 67,68,69,70,71,72,73,74,75,76,...286
Powered by FlippingBook