Brúkaraviðurskifti
74
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Uppsparing sipar til pening, ið ikki verður brúktur alt fyri eitt, men
verður til dømis settur í peningastovn at hava til at taka. Niðursparing
er at brúka av uppsparing. Ræður til dømis um íløgu, ið kostar lut-
falsliga nógv, er ikki vist, at nóg mikið av tøkum peningi er til
endamálið. Tá kunnu kredittmøguleikar koma væl við og økja tiltøku-
peningin.
Tá ið tiltøkupeningurin er skiftandi
Reglan er, at veksur tiltøkupeningurin, tá verða keyptar fleiri úrvals-
vørur og drúgvar nýtsluvørur. Ræður um gerandisvøru og ódrúgvar
nýtsluvørur, tá er støðan eitt sindur øðrvísi, og eftirspurningurin
broytist bara smávegis. Tað kann fyri ein part stava frá, at brúkarin
leggur størri dent á dygdarvøru heldur enn á tilboðsvøru.
Verður tiltøkupeningurin harafturímóti skerdur, tá minkar eftir-
spurningurin eftir úrvalsvørum og øðrum drúgvum nýtsluvørum. Tá
hevur brúkarin lyndi til at keypa heldur bíligari gerandisvøru og meira
av tilboðsvøru.
Realinntøka
Keypsorka, eisini nevnd realinntøka ella realløn, vísir til inntøku í
samfelagnum, sett eftir tí, ið kann verða keypt fyri inntøkuna. Manna-
gongdin er at prístalsviðgera inntøkuna, tað er at frárokna prís-
broytingar bygdar á prístalið. Inflasjón ella prísflóð er ikki við í við-
gerðini.
Wil
Realløn er løn ella inntøka í ávísa tíð mett í keypsorku.
Broytingar í realinntøkuni verða sum oftast settar upp í prosentum,
javnan í eitt longri tíðarskeið, men broytingarnar eru ikki altíð líka
lættar at staðfesta. Tá ið samráðingar eru á arbeiðsmarknaðinum um
lønarviðurskifti og soleiðis eisini um reallønina, tá verða ósemjurnar
júst um henda spurning ógvuliga sjónskar millum partarnar.
Skjótt er at semjast um, at fyri tann einstaka er umráðandi, hvat fæst
fyri peningin, og hvussu nógvur peningur er at keypa fyri, tá ið hann
hevur svarað hvørjum sítt. Um nú lønarlagið í samfelagnum hækkar,
og vøruprísirnir samsvarandi, so verður eingin munandi broyting í
reallønini. Hetta ástøðiliga dømi er treytað av, at viðurskiftini annars
eru óbroytt. Øll kenna sviðan, tá ið vørurnar, til dømis gerandis-
vørurnar, gerast nógv dýrari, og reallønin stendur við ella minkar.