Brúkaraviðurskifti
84
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tøkniliga keypstænastan
Seinasta stigið í keypsavgerðini er tøkniliga keypstænastan. Tað er at
fara til handils at keypa telduna og rinda hana, annaðhvørt í hondina,
ella tú keypir uppá borg. Allar avtalur um keypstreytir, uppseting,
tænastu og annað viðkomandi verða gjørdar á hesum stigi.
Lætt er at skilja, at alt húskið, mamman, pápin og sonurin, brúka tel-
duna, og tey trý verða tí nýtslueind. Ræður pápin fyri keypinum og
rindar vøruna, verður hann avgerðareind. Fer sonurin til handils at
keypa telduna, handlar hann fyri pápan. Eyðvitað er, at keypir tú eina
Coca Cola og eitt Kit Kat at nøkta egnan tørv, tá ræður tú sjálvur, og
verður sjálvur avgerðareind, keypari og nýtslueind.
Sum sæst í talvuni, verða stigini í keypsavgerðini sett eftir keyps-
flokkunum. Bara tøkniliga keypstænastan ræður í bráðkeypi. At keypa
gerandisvøru er vanakeyp, og tí eru bara seinastu tvey stigini partar í
avgerðini.
Og nú verður staðfest, at tað er umráðingarkeyp, tá ið húskið keypir
telduna, og tá eru øll fýra stigini virkin og keypsatferðin hareftir. Hesi
fýra stigini í keypsgerðini eru serliga týðilig, tá ið t.d. úrvalsvøra ella
drúgv nýtsluvøra verður keypt fyrstu ferð, sum tilskilað frammanfyri.
• Keypsflokkar og keypsavgerðir á nýtaramarknaði.
Keypsflokkar:
Umráðingarkeyp Vanakeyp Bráðkeyp
• Almenn avgerð
•
• Ítøkilig avgerð
•
• Úrvals avgerð
•
•
• Tøknilig avgerð
•
•
•
Aðrar umstøður, ið ávirka gongdina í keypsgerðini, eru sum nevnt
sjálv vøran, og tað sum hon kostar at keypa, og um vøran verður keypt
sjáldan ella javnan. Eisini umstøður keyparans, til dømis aldur, inn-
tøka og útbúgving ávirka niðurstøðuna.
Tað kann tykjast heldur tekniskt at viðgera keypsgerðina eftir slíkum
leisti. Sum eina meginreglu kann tó verða sagt, at eitthvørt keyp
meira og minni nemur við øll fýra stigini. Men tað er ymiskt, hvussu
keyparin ber seg at, eins og stigvísa raðfylgjan av og á verður brotin.
Vit tríva aftur í telduna, har sum vit sleptu. Er teldan ella onnur vøra
keypt, verður eftirmett, um vøran hevur tær dygdir, ið keyparin
hevði væntað. Eyðskilt er, at meiri tú fegnast um vøruna, meiri álit fært
tú á handilin og ta vøru, ið hann umboðar. Verður tú harafturímóti
vónsvikin av vøruni ella tænastuni, handlinum ella merkinum, so eru
avleiðingarnar eyðsýndar.