Marknaðarlæra - page 94

Vinnulívsgrundarlag
94
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Will
MBM hevur til endamáls:
• At tryggja lutaeigarunum marknað fyri vøru teirra og at vinna burtur
úr teimum tær vørur, ið best hóska til sølu til eina og hvørja tíð.
• At leiðbeina limum felagsins um viðferð av framleiðsluni og um alla
vørugóðsking í hesum sambandi.
• At lívga framleiðsluliðið sum best.
• At selja limum og øðrum landbúnaðarútgerð og veita tænastu.
Felagið kann fara undir nýggjar framleiðslur, tá hetta kann gerast við at
nýta avlopsorku á virkinum.
Verða umstøðurnar hjá mjólkarvirkinum fluttar til vinnur og
vinnugreinir, verður greitt, at MBM keypir mjólkina, ið er upp-
runatilfar, frá bóndunum í fyrstalagsvinnuni. Mjólkin verður nú
latin mjólkarvirkinum og verður síðani viðgjørd og pakkað har. Og
virkið verður soleiðis heilsøla, tá ið mjólkin verður seld stovnum og
smásølum.
Seinasta umfarið er, at tann evsti brúkarin annaðhvørt fær mjólkina
á stovninum, ella hann keypir hana í smásøluni. Seinasti liðurin í til-
gongdini er á nýtaramarknaðinum, har sum brúkarin er staddur. Mint
verður á, at flutningur er í triðjalagsvinnuni, og at skiftisskipanin fyri
mjólk sær soleiðis út:
Bøndur
mjólk
MBM
virki
heilsøla
Stovnar
smásølur
Brúkari
Triðjalagsvinnan ella tænastuvinnan
Viðurskiftini í lærugreinini snúgva seg eina mest um triðjalags-
vinnuna. Virksemið, sum er í tænastuvinnuni, er sera týðandi í
framkomnum samfelagi og ræður nógv fyri, hvussu nógv fólk eru í
vinnuni sum heild og soleiðis tí avkasti, ið er av virkseminum.
Vit draga fram dømini úr tænastuvinnuni, ið nevnd verða framman-
fyri, og gera vart við, at munur er á vøru og so tænastu og minna á, at
vøra er ítøkilig, men tænasta burturav er óítøkilig.
Tænastuvinnan, og soleiðis handlar og onnur tænastuvirki, verður
sum oftast flokkað eftir tí lutfalsliga leikluti, ið vøran og tænastan
hava í virkinum. Keypmaðurin og heilsølumaðurin, hárfríðkarin og
bilførarin, hvør í sínum lag veitir tænastur. Hesar vinnur hava tað í
felag, at veitingarnar kunnu verða marknaðarførdar.
1...,84,85,86,87,88,89,90,91,92,93 95,96,97,98,99,100,101,102,103,104,...286
Powered by FlippingBook