Vinnulívsgrundarlag
100
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Príslagsbroytingar sipa til búskaparligar skiftingar millum góðar og ringar
tíðir í landi ella samfelagi.
Rákgongd
Rákgongd (trend) er sum oftast rák, ið ræður langt áramál, og kann
til dømis benda á, um búskapargongdin í samfelagnum er í menning,
í afturgongd, ella stígur er í. Tær stokkutu skiftingarnar eru príslags-
broytingarnar. Tvørskurðurin av hesum skiftingum avdúkar rák-
gongdina, ið var, og kann benda á rákið, ið kemur.
Verður í einum tjúguáraskeiði kannað eftir ár eftir ár, hvussu nógv
var selt av ávísari vøru, so er sannlíkt, at vørusølan hevur verið um-
leypandi. Skiftandi vørusøla stendst nógv av nevndu umstøðum, av
lágkonjunkturi og hákonjunkturi, sesong og mótaráki.