Marknaðarlæra - page 108

Vinnulívsgrundarlag
108
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Konsept, profilur og image
Hugtakið konsept er fleirtýtt, verður brúkt í ymiskum høpi og var
kanska grundarlagið, sum einaferð í tíðini legði lunnar undir virkið og
virksemi tess. Var hornasteinurin og arbeiðsskjalið, tá ið virkið fór at
framleiða, marknaðarføra og selja vørur og tænastur.
Konsepthugsanin
Konsept kann vera ein munnlig frágreiðing, sum greiðir frá ein-
hvørjum ástøðiligum hugskoti ella einari hugsan um, hvussu vøra
skal verða lagað til og seld á ávísum marknaði. Hugtakið verður eisini
brúkt í reklamusamanhangi, tá ið lýsingarherferð verður fyrireikað
ella lýsingarboðskapur fráboðaður.
Orðið konsept er upprunaliga úr latínskum máli og merkir skrivligt
uppkast, uppskot ella ætlan av einhvørjum slag. Dømini eru mong,
bæði úr almennum og privatum virksemi, at leiðin frá hugskots-
grundarlagnum fram til virkishugskotið og loksins mál, politik og
konsept kann verða tung og drúgv.
Tann lætta útleggingin av leiðini frameftir er at gera dreym til
veruleika, men tað er ikki sum at siga tað. Tá ið støða er tikin til, hvør
skal gera hvat, nær og hvussu tað skal verða gjørt, tá er stundin komin
at fara fyrsta túrin og seta seglini í samsvari við avráddu avtalur og
mannagongdir.
Kósin verður nú sett eftir málflokki ella málflokkum. Kanska er grund
fyri í hesum sambandi at minna á orðatakið: “Eitt er bók at lesa, an-
nað skip at føra,” tí ikki er nóg mikið at skilja siglingarástøðina, tað er
eisini neyðugt at hava góðan byr. Ein lýsing, ið tekur saman um mesta
týdningin kundi verið henda:
ll
Konsept er orðað ætlan, ið ber fram grundsjónarmiðini í virki og virksemi
tess.
Konseptið er arbeiðsskjal
Mint verður á, at virkishugskotið leggur grundina undir virkis-
konseptið, ið soleiðis gerst arbeiðsskjal, ið greinar sundur framferðar-
hættir og tað, sum álagt er starvsfelagum ella manning. Arbeiðsskjalið
nágreiðir vørusýningina í handli og sýnisgluggum, til dømis príslegu,
vøruúrval, vørudygd og tænastustig.
Heilt einfalt sagt er konseptið ein uppskrift, ið tilskilar, hvussu
kappingarráðini skulu verða gagnnýtt og skipað, soleiðis at handilin
fær tann profil, ið leiðslan vil hava. Eitt hugsað dømi kann greiða
gjøllari frá hesum umrøddu umstøðum.
1...,98,99,100,101,102,103,104,105,106,107 109,110,111,112,113,114,115,116,117,118,...286
Powered by FlippingBook