Vinnulívsgrundarlag
105
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Strategi
Hugtakið strategi er tikið úr hermálsligum samanhangi og kann til
dømis sipa til eina langtíðarætlan, ið hevur samband við hermálsliga
ráðlegging. Í dagligum ítróttarmáli er javnan at hoyra um vánaliga
ella skilagóða strategi, bæði um álopsstøðu og verjustøðu. Og ikki
óvæntað er hugtakið heilt vanligt í handilsmáli.
Keyp og søla, vørugerð og vøkstur eru sum kunnugt týðandi mál fyri
virki og virksemi tess. Hvussu menna vit vørurnar, skapa virðisøking,
størri sølu og avlop. Skilagóð strategi kann fremja vøkstur.
ll
Strategi er yvirskipað langtíðarviðtøka ella samtykt, sum hevur stóran
týdning fyri framburð og framtíð virkisins.
Tríggjar gongdar leiðir
• Marknaðarinnrás ella ágangandi inngonga á marknaðin, har virkið fer í
herferð við lýsingum og roynir at fáa fólk at keypa fleiri eindir ella størri
nøgdir av vørum sínum.
• Vørumenning er onnur strategi og virkið ger nú fleiri vørufrábrigdi, lagar
vørur sínar eftir marknaðinum og tíðarrákinum.
• Marknaðarmenning sipar til, at virkið roynir at selja sína vøruskrá ella
sítt konsept á nýggjum marknaðum.
Politikkur
Eru høvuðsmálini ásett í virkinum, verður næsta stigið í ráð-
leggingini at gera almennar leiðreglur ella mannagongdir, ið tilskila,
hvussu tey ásettu málini verða rokkin. Tílíkar almennar leiðreglur
verða nevndar politikkur.
ll
Politikkur er almenn leiðregla og meginregla í virkinum, ið ásetur, hvussu
málini verða rokkin.
Virkið kann til dømis í reklamupolitikki sínum tilskila, hvørjir miðlar
hava fyrimun, og hvørjar meginreglur skulu ráða í lýsingunum
viðvíkjandi uppseting, litum og øðrum. Politikkurin í virkinum er
karmurin um dagligu avgerðirnar og eigur tí at vera tøkur og síggjast
aftur á øllum týðandi virkisøkjum.
Aðalendamálið at evna til politiskar ætlanir og meginreglur er at geva
álit millum fólk við tí í hyggju, at virkið fær sína egnu ímynd ella sítt
egna image og úteftir stendur sum ein samd eind. Tað er tí alneyðugt,
at í minsta lagi starvsfólk vita um ráðandi politikkin og kunnu semjast
um at taka undir við honum.