Marknaðarlæra - page 115

Vinnulívsgrundarlag
115
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Framferðarhættir
Tá ið svargevararnir eru tiknir burturúr, verður tikin støða til, hvussu
farast skal fram, tá ið teir verða spurdir. Fleiri mannagongdir eru, og
skulu hesar nevndu verða stutt umrøddar:
ll
• Persónlig samrøða
• Telefonsamrøða
• Spurnarbløð og viðtal um alnet
Persónlig samrøða
Persónlig samrøða er soleiðis háttað, at viðtali hevur beinleiðis og
persónligt samband við tann, ið svarar. Viðtali er bundin av spurnar-
blaði, og so hvørt sum svargevi svarar, verða aftursvarini skrásett á
spurnarblaðið ella í teldu. Framferðarhátturin verður brúktur nógv, tá
ið samansett vøra skal verða lýst. Tá verða nýtarar spurdir, hvat teir
halda um vørupakking, vørusnið og annað. Er vøran nýggj og óroynd,
er vanligt at brúka hesa somu mannagongd, tí at nýtari hevur hvørki
sæð vøruna tíansheldur roynt hana frammanundan.
Fyrimunir
Vansar
• Lutfalsliga nógv vilja svara
• Rættiliga álítandi
• Vøra kann verða sýnd fram
W
• Tíðarkrevjandi
• Kostar nógv
• Ótryggir svargevar
Telefonsamrøða
Verður marknaðarkanningin gjørd um telefon, verða aftursvar sum
oftast skrásett beinleiðis á teldu. Sum skilst, verður ringt til svargevar,
og tí er ikki neyðugt at fara at hitta teir sjálvar. Tílík mannagongd
hevur eins og persónliga samrøðan sínar fyrimunir og vansar.
Telefonsamrøða er heilt vanlig, um eitthvørt hevur skund. Framferðar-
hátturin er bæði skjótur og ómakaleysur, um eitt nú ein sjónvarps-
støð vil hava at vita, hvussu nógv fólk hava hugt at ávísari sending.
Neyðugt er, at viðtali ber skjótt at, tí at sendingar í sjónvarpinum verða
skjótt gloymdar og mugu vera nýggjar í huganum hjá svargevum.
Minni munur er á, hvør mannagongdin er frægari, telefonsamrøða
ella persónlig samrøða, men hvørt til sína tíð. Telefonsamrøða eigur
ikki at verða ov drúgv, tí so troyttast fólk. Persónlig samrøða er ofta
drúgvari enn telefonsamrøða.
Fyrimunir
Vansar
• Skjót mannagongd
• Bíligt at fáa samband
• Spurningar kunnu nágreinast
W
• Fólk kunnu ótolnast
• Torført at hitta ungfólk
• Vøra kann ikki sýnast fram
1...,105,106,107,108,109,110,111,112,113,114 116,117,118,119,120,121,122,123,124,125,...286
Powered by FlippingBook