Vinnulívsgrundarlag
119
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
ll
Segment er fjøld av nýtslueindum, fólk ella húski, ið hava átøkan tokka til
ávísa vøru ella tænastu.
Segmentering er, at virki leggja virksemi og marknaðarføring í eitt
ella fleiri segment. Heildarmarknaðurin og soleiðis væntandi keyparar
verða nú flokkaðir í smærri eindir sambært ætlanum og tørvi sínum.
At segmentera er eisini eyðkent á tann hátt, at tað einsháttaða, tað
homogena, gongur aftur í segmentinum, meðan tað ymisliga, tað
heterogena, skilir tey. Hetta sampakkar væl við myndina, at litfagrir
litir á listaborðinum eins og fjølbroyttar húsatekjur myndaliga kunnu
umboða segmentini.
ll
Segmentering er at skifta sundur heildarmarknaðin í segment ella brúkara-
eindir, ið hava átøkan tokka til ávísa vøru ella tænastu.
Eitt ella fleiri segment
Ymiskar grundgevingar eru fyri, hví summi virki segmentera og
onnur ikki. Summi virki hava ikki fíggjarliga ella aðra orku at virka
og fjøltátta vøruútboðið, og tey draga tí saman um eitt segment. Onnur
eru so mikið væl fyri, at lutfalsliga smáar íløgur skulu til at leggja um
og fjøltátta vøruútboðið og veita fleiri segmentum fullnøgd.
Til dømis bjóðar Mjólkavirkið Búnaðarmanna fram fleiri mjólkarúr-
dráttir og kann á tann hátt veita fleiri segmentum fullnøgd. Óivað
ímyndar prúða og litfagra kúgvin* framman fyri høvuðsskrivstovu
felagsins júst hesa hugsan. Eisini bryggjaríini framleiða fleiri sløg av
øli, sodavatni og øðrum drekkavørum. Tríggir týðandi spurningar
eiga at vera svaraðir, tá ið virkið skal taka støðu til segmentið ella
málflokkin.
ll
Segment og átrokandi spurningar
• Hvussu stórt er segmentið?
• Hvørjar eru kappingartreytirnar?
• Hvussu er segmentið tilgongt?
Støddin á segmentinum verður mett eftir væntaðum sølumøguleikum.
Eisini verður ætlað, um nýtslueindirnar verða fleiri ella færri, um til-
tøkupeningur teirra veksur, verður støðugur ella skerdur.
*
Kúgvin er burturstødd í skrivandi stund, men verður skjót aftur, verður sagt.