Marknaðarlæra - page 127

Kappingarumstøður
127
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Millumhandlaramarknaður
Uppkeypsheilsølur, heilsølur og smásølur eru liðir og millumgongd í
skiftisraðnum á millumhandlaramarknaðinum. Vøra verður handlað
og handfarin og ikki viðgjørd á hesum stigi. Tá ið smásøla keypir
vøru, er hon meinlík vøruni, ið heilsølan keypti frá virki ella øðrum
veitara. Viðhvørt er sonevnd uppkeypsheilsøla liður í skiftisrøðini,
men hendan skipan verður ikki umrødd á hesum sinni.
Á millumhandlaramarknaðinum verður vøra keypt til at selja aftur, og
vanliga er eingin stórvegis vøruviðgerð á hesum stigi.
Virkini á ídnaðarmarknaðinum og millumhandlaramarknaðinum eru,
sum vituligt er, grundað á vinning. Tey skulu tí tillaga vøru og virk-
semi sítt eftir tí veruleika, at avlop eigur at verða. Øðrvísi er sum nevnt
á stovnsmarknaðinum, tí har verður sum oftast einki avlop kravt, men
har eiga virkini at halda gjørdar fíggjarkarmar.
Stovnsmarknaður
Privatar fyritøkur, almennir og aðrir stovnar eru á stovnsmarknaðinum,
sum er í serstøðu. Virksemið hjá hesum fyritøkum og stovnum
er ikki grundað á sølu og vinning. Keypsorsakir og keypsatferð
eru tí heldur øðrvísi á hesum marknaði enn á ídnaðar- og millum-
handlaramarknaðinum.
Stovnsmarknaðurin fatar um allar fyritøkur, ið verða riknar av landi og
kommunu. Virksemið og fíggjarligt rásarúm verður stýrt politiskt og er lagt
í fíggjarætlanir og játtanir.
Handilsskúlin og aðrir skúlar eru á stovnsmarknaðinum. Har verður
drúgv nýtsluvøra eftirspurd, til dømis teldur og innbúgv, og ódrúgv
nýtsluvøra, eitt nú pappír og skriviamboð. Aðrir stovnar á sama
marknaði eru til dømis sjúkrahús, bókasøvn og barnagarðar.
Virkismarknaður og nýtaramarknaður
Virki
Virkismarknaður
Heilsøla
Smásøla
Brúkari
Ídnaðar
marknaður
Stovns
marknaður
Millumhandlara
marknaður
Nýtara
marknaður
1...,117,118,119,120,121,122,123,124,125,126 128,129,130,131,132,133,134,135,136,137,...286
Powered by FlippingBook