Marknaðarlæra - page 120

Vinnulívsgrundarlag
120
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Kappingartreytir og marknaðartilgongd
Kappingartreytirnar eru nógv grundaðar á, hvussu stórir og sterkir
kappingarneytarnir eru. At fleiri keyparar hava serligan tokka til ein
ella kanska fleiri kappingarneytar og vørur teirra, kann elva til harða
kapping á marknaðinum. Tað kann tí verða torført og kosta nógv at
fóta sær í segmentinum.
Tilgongdin til segmentið sipar til, um marknaðurin er atkomiligur,
og umstøður eru at fáa fótafestið. Lýsingakostnaður og íløgur annars
at víðka virksemið verður gjørt upp í endaligu niðurstøðuni. Saman-
umtikið er umráðandi, at rímilig vissa er fyri, at tað kann loysa seg at
søkja marknaðin, og at hóskandi skiftisskipan er tøk ella kann verða
skipað og løgd til rættis.
Segment og málflokkur
Eitt hugsað dømi er, at nýstovnaður handil í Havn, ið selur motor-
súkklur, stór og smá prutl, ymiskan útbúnað og tað sum annars hoyrir
til, ætlar at gera munadygt sølutiltak. Tiltakið hevur til endamáls at
gera vart við vøruúrvalið og at selja meira.
Handilin hevur hvørki kunnleika ella orku til at segmentera og hevur
tí fingið sær serkøna hjálp. Úrslitið er 3 segment, sum myndin vísir.
Dreingir og gentur eru ávikavist í bólki 1 og 3. Allir havnardreingirnir
eru í bólki ella segmenti 2, og teir gerast nú málflokkur á hesum sinni.
Nú stendur eftir at leggja allar árar í sjógv at ávirka málflokkin og fáa
hann at keypa. Tey 4 P-ini ella kappingarráðini gerast nú viðkomandi
og umráðandi. Nú er at senda tilboð til havnardreingirnar, ið eru í
málflokkinum. Lýsingar í fjølmiðlunum boða frá, at prutlini eru at
síggja og royna í Gundadali ein ásettan dag.
ll
Segment og málflokkar
• Drigið verður samanum eitt segment og soleiðis málflokkin.
Segment 1
(Dreingir)
Segment 3
(Gentur)
Málflokkur
Univers
Ungdómar
í Føroyum 15-19 ár
Havnardreingir
15-19 ár
Segment 2
1...,110,111,112,113,114,115,116,117,118,119 121,122,123,124,125,126,127,128,129,130,...286
Powered by FlippingBook