Vinnulívsgrundarlag
111
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Ímynd, hugmynd, image ella umdømi
Øll kappingarráð eru á einhvønn hátt ætlað til at stimbra kappingar-
støðuna og stuðla upp undir hugmyndina av virki, vøru og merki og
soleiðis til góðvild (good-will) og framhaldandi handil. Image hevur
sín uppruna í latínska orðinum imago, ið er andlitið úteftir og merkir
mynd, men kann eisini sipa til ta hugmynd, sum tú vilt hava onnur at
hava av tær (self-image). Ímynd, hugmynd og image verða í mongum
førum samheiti við umdømi.
Soleiðis verður ímyndin tann myndin, ið keypari, brúkari ella áhuga-
bólkur hava av ávísari vøru (product-image). Kenslur og skynsemi
ráða nógv fyri, hvussu vøran verður lyft og lætt og mett í hvørjum
einstøkum føri. Hugmyndin av vørumerkinum (brand-image) og av
virkinum (corporate image) eru javnan við í metingini.
Aðrar ímyndir eru, hvussu brúkari ímyndar sær virkið og vørur tess
samanborið við kappingarneytar og vørur og tænastur teirra (company
image). Eitt annað sjónarmið um hugmynd er spurningurin um, hvønn
týdning tað kann hava fyri brúkaran at brúka eina ávísa vøru, og hvør
tørvur verður nøktaður tá (consumer-image). Hesi viðurskifti eru
ógvuliga sjónsk í lýsingaídnaðinum.
ll
Image í vinnuligum sambandi er tann fatan brúkarar og aðrir áhuga-
bólkar hava av ávísari vøru (product-image), av ávísum vørumerki (brand-
image) og av ávísum virki (corporate-image).
Tað virðismikla umdømið
Hugtakið ímynd, hugmynd ella image boðar frá, at týdningurin
onkursvegna bendir á okkurt óítøkiligt. Image kann mangan tykjast í
so uppgjørt og háfloygt, men seta vit heldur jarðbundna orðið umdømi
í staðin fyri image, so er lítil ivi um, at tað verður lættari at skilja. Sagt
verður, at eitt gott umdømi er lættari at missa enn at fáa. Við vissu
kann sigast, at umdømið so ella so er hvørs mans trúfasti fylgisneyti,
ella sum tikið verður til: Ámæli doyr ikki.
Marknaðarkanning
Virki, ið ætla sær at fara undir eitthvørt nýtt virksemi, eru í teirri
støðu, at tey vita ikki altíð frammanundan, hvussu undirtøkan verður
á marknaðinum. Virkini royna tí at fáa rímiliga vissu fyri, hvørjir
keyparar eru, hvat teimum tørvar, og hvat teir vilja hava.
Óvissan um marknaðarviðurskiftini hevur eisini við sær, at nógv virki
kanna marknaðin, áðrenn endalig ætlan verður sett í verk, og vøra ella
tænasta fer í gerð. Tey úrslit og útlit, ið spyrjast burtur úr kanningini,
verða ráðgevandi, og seta spurningin, um tiltakið er ráðiligt.