Vinnulívsgrundarlag
103
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Sterkir og veikir liðir
Kanningin innanvirkis hevur til endamáls at taka í egnan barm, av-
dúka og staðfesta sterkar og veikar liðir. Tað er at gera sær greitt,
at allur bati bøtir, og at virkið sjálvt kann ávirka umstøðurnar. Tey
fæstu eru alkøn, men einki er yvir at dylja, at fólk hava ólík evni,
ymiskan førleika, og sum kunnugt eru summi evnabetri enn onnur.
Menniskjaligi tátturin og yrkiskunnleikin í virkinum stendur kortini
ikki einsamallur. Fíggjarmegin og ikki minni tøkniliga tilfeingið í
virkinum muna væl.
Starvsfólkini eru grundvøllurin
Grundvøllurin undir nógvum virksemi byggir á tey, ið arbeiða í
virkinum. Umrøddi ójavni millum fólk verður ofta endurspeglaður í
tí, sum virkið ger. Summi virki kunnu til dømis vera dugnalig at selja
vørurnar, onnur at gera vørurnar.
Tað sama sum fólk eru stinn í summum, so eru tey veik í øðrum.
Summi virki duga til dømis illa at samskipa virksemið, fáa fólk at
trívast og arbeiða av fullum huga. Tó so, týdningarmikið er at gera sær
greitt, at virkið kann ávirka støðuna innanhýsis.
Sterkir liðir
Innanvirkis
Veikir liðir
• Dygdargóð vøra
• Dugnalig marknaðarføring
• Góð kundatænasta
W
• Ójøvn dygd
• Veikur búskapur
• Vánalig samskipan
Møguleikar og hóttanir
Umstøðurnar uttanvirkis sipa beinleiðis til virkisumhvørvið og tær
treytir, ið lagdar eru við at arbeiða í tílíkum umhvørvi. Kanningin
viðvíkjandi hesum viðurskiftum snýr seg um verandi og væntandi
møguleikar og hóttanir, til dømis kappingarstøðu, kundaskara, lóg-
gávu, búskap og rákgongd.
Kanningin uttanvirkis er at líta úteftir, og eftir bestu sannføring at
avdúka fyrimunir og vansar, ið eru, møguleikar og hóttanir, ið kunnu
koma. Tað skal verða drigið fram, at virkið kann ikki ávirka støðuna
stórvegis uttanvirkis, men virkið kann og eigur at gera sítt til at laga
seg eftir umstøðunum.
Úrslitið av SWOT-kanningini verður nú grundarlagið, ið ráðgevur,
hvussu hugskotið verður orðað. Metingar og tillagingar verða
framdar. Stigtakararnir seta nú dám á endaligu orðingina í samsvari
við tað, ið teir kundu hugsað sær. Royndir benda á, at virkishugskotið
eigur at verða orðað soleiðis, at orðingin er rúmsátt og veitir rímiligt
rásarúm til at virka í.