Vinnulívsgrundarlag
97
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tann einstaki seljarin kappast javnan við aðrar seljarar. Viðhvørt er
lítil kapping teirra millum, og viðhvørt er kappingin hørð, men sum
oftast er ein tapari og ein vinnari. Teir seljarar, ið duga best at geva
nevndu spurningum ans, gerast sum oftast vinnarar.
Samfelagið í triðja lagi
Avgerðir í eftirspurningi í triðja lagi eru ofta tíðarbundin sveiggj, sum
hvørki keyparar ella seljarar ráða fyri. Sveiggini koma uttaneftir og
kunnu hava stóra ávirkan á søluna og samfelagsgongdina sum heild.
Tey sveiggj, ið nevnd eru í yvirlitinum, skulu verða umrødd í stuttum.
Móti
Móti er siður, ið kemur upp og verður tann ráðandi, er ofta tengdur at
tilfari, liti og sniði. Tað er sjón fyri søgn, at mótarnir skifta í heilum.
Teir verða ógvuliga sjónligir, tá ið til dømis ungdómar fríðka hár og
hold á ymiskan hátt, og teir ráða nógv fyri, hvussu vit húsast, skøða
og klæða okkum.
Tey eru mong, ið lata seg tøla og keypa nýggja vøru, hóast gamla
vøran framvegis er nýtilig og gagnlig, men so eru onnur, ið taka við tí
gamla, og eitt nýtt endurnýtslurák tekur seg upp. Títtari mótin skiftir,
oftari verður lagt trýst á brúkarar at keypa tað, ið nýmótans er. Fram-
leiðarar eru ofta sjálvir mótaskaparar, og tað gagnar teimum, tá ið
meira verður keypt.
Seljarar royna hvør í sínum lag at fáa fólk at keypa. Bilaídnaðurin t.d.
ger javnan nýggj snið og roynir soleiðis at tekkjast keyparafjøldini og
at fáa hjólini at mala áhaldandi. Fyri mongum árum síðani hildu fólk,
at tekktræ, teppi og vinylgólv var tað einasta, ið nyttaði nakað, men
soleiðis er ikki longur.
Tað er kortini illt at siga, um vøra verður mótavøra. Eingin framleiðari
kann verða fullvísur í, at viðskiftafólk keypa vøru hansara, tíansheldur
vita, hvussu leingi tey halda vøruna vera tíðarhóskandi.
Móti er tað, sum nýmótans er, og soleiðis sum brúkarin eitt skifti ímyndar
sær sjóndardygdina.
Sesong
Sesong sipar til, at handlar ávísar tíðir av árinum selja meira enn
vanligt. Tílík tíðarbundin sveiggj eru, sum skilst, árstíðirnar og so
høgtíðirnar, sum kunnu elva til størri eftirspurning. Kuldi og kavi
veksur um eftirspurningin eftir fjálgum klæðum og aðrari vetrar-
útgerð til børn og vaksin. Summar og sól fremur hugin at keypa
summarklæði.