Marknaðarlæra - page 96

Vinnulívsgrundarlag
96
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Avgerðir í eftirspurningi
Vit tríva í aftur vinnulívsgrundarlagið, har sum vit sleptu. Sum til-
skilað, eru keypararnir í fyrsta lagi, seljararnir í øðrum lagi, og
samfelagið í triðja lagi. Avgerðir í eftirspurningi sipa til skiftandi
umstøður, ið ráða fyri eftirspurninginum eftir einari ítøkiligari vøru
ella tænastu eitt ávíst tíðarskeið.
Will
Avgerðir í eftirspurningi í 1. 2. og 3. lagi
• Alt hongur í øllum.
Keyparar
• Tørvur
• Keypsorsakir
• Keypsorka
• Keypsvanar
• Nýtsluvanar
• Lívsháttur
Seljarar
• Prísur
• Dygd
• Vørupakking
• Tænasta
• Reklama
• Handilslega
Samfelag
• Mótarák
• Sesong
• Príslags-
broytingar
• Rákgongd
Keyparar í fyrsta lagi
Avgerðir í eftirspurningi í fyrsta lagi eru umráðandi, tí tær viðvíkja
keypara og gera av, hvussu nógv og hvat verður eftirspurt og selt á
marknaðinum. Keypararnir eru soleiðis teir, ið hava størsta týdningin.
Sum sæst í yvirlitinum, eru nógv og fjølbroytt viðurskifti, ið ráða fyri
atferð keyparans. Og sum vitiligt er: Er eingin eftirspurningur, verður
eingin handil, og tað svíða virkini og seljararnir fyri.
Seljarar í øðrum lagi
Avgerðir í eftirspurningi í øðrum lagi viðvíkja seljara. Yvirlitið vísir
tey amboð, ið seljarin ræður yvir í sínum virksemi á marknaðinum.
Amboðini eru ætlað til at ávirka keyparar og soleiðis stuðla seljarum,
at teir selja meira.
Seljarin tekur úr amboðskassanum tann reiðskap, ið hann heldur vera
hóskandi og ráðiligan. Amboðini verða nevnd kappingarráð. Grundar-
lagið undir virksemi seljarans snýr seg heilt nógv um at svara trimum
spurningum og geva teimum gætur:
• Hvørjir eru keypararnir?
• Hvat vilja teir hava?
• Hvussu tæna vit teimum best?
1...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...286
Powered by FlippingBook