Vinnulívsgrundarlag
104
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Virkið setur nú út í kortið við góðum treysti. Hugskotið er tann varðin
og vitin, ið leiðbeinir virkið. Málini verða sett, politikkurin verður
orðaður, og endaliga arbeiðsætlanin ella konseptið verður fest á blað.
Møguleikar
Uttanvirkis
Hóttanir
• Nýtt marknaðarrák
• Lítil kapping
• Skattatrýstið minkar
• Nýtslan veksur
W
• Kundarnir fækkast
• Hørð kapping
• Skattatrýstið herðist
• Nýtslan minkar
Mál og málsetningur
Virkishugskotið er drívmegin, ið skal vísa vegin fram. Men hugskotið
kann sjálvsagt ikki standa einsamalt. Neyðugt er tí, at virkið setur
sær fyri at røkka ávís mál og fær hjólini at mala. Málini seta soleiðis
kósina fyri næstu framtíð og longri fram.
Umframt at fata um virkið sum heild, eiga málini at viðgera høvuðs-
øki í virkinum, til dømis marknaðarføring, vørusølu, vørukeyp,
vørugerð umframt búskap, avlop og starvsfólk. Umráðandi er, at
búskaparlig mál verða sett, tí at avlop er ein fyritreyt fyri, at virkið
kemur undan. Tá ið málini eru lýst, og spjaldur sett á tey, tá gerst mál-
setningurin í virkinum ítøkiligari.
ll
Mál kann verða lýst sum tann framtíðarstøða, ið virkið miðar eftir.
Høvuðsmál og lutmál, langskygd og stuttskygd
Tey mál, ið virkið setur sær fyri at avrika, fara ofta í tvíningar.
Høvuðsmálini, javnan langskygd, eru tey, ið eru átrokandi at fremja,
tí tey ráða nógv fyri, um virkið fer at standa seg í kappingini.
Lutmálini, sum oftast stuttskygd, eru partar av høvuðsmálunum, eru
til dømis ofta tengd at ávísari vøru ella ávísari deild. Verða høvuðs-
málini broytt, so er neyðugt at laga lutmálini samsvarandi.
Framtíðar verkætlanir ella strategi kunnu fata um annað enn búskap,
eitt nú dygd, tøkni og útbúgving. Virkið eigur tí umframt at vissa sær,
at starvsfólk taka undir við týðandi broytingum og ætlanum. Verk-
evnini kunnu verða mong og fjølbroytt at fara í holt við, bæði stutt-
skygd og langskygd, smámál og stórmál, men tey eiga at verða háttað
og orðað soleiðis, at tey kunnu verða sett í verk og hava kropp og kós.
Málini sum stýringaramboð
• Vera málandi:
• Jarðbundin:
• Samsvara sínámillum:
• Tíðarfest:
At málini eru ítøkilig við tølum á.
At málini í roynd og veru kunnu verða framd.
At málini samsvara við tað, ið virkið ætlar.
At seta tíð á, nær málini skulu verða rokkin.