Vinnulívsgrundarlag
114
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
ll
Høvuðsdáta verða savnaði saman við tí endamáli at loysa eitt ávíst og
ofta átrokandi ivamál.
Umframt høvuðsdáta eru, sum sæst, eisini undirdáta. Tað, sum eyð-
kennir undirdáta, er, at upplýsingarnar finnast frammanundan og eru
tøkar so ella so, og tær kunnu verða lýstar soleiðis:
ll
Undirdáta er kunning, ið longu finst, og sum upprunaliga er savnað saman
til onnur endamál.
Field Research og Desk Research
Field Research er kanning, ið gjørd verður úti á marknaðinum. Field
Research og at savna inn høvuðsdáta hava sama endamál, nevniliga
at loysa eitt ávíst og átrokandi ivamál. Hesar báðar nevndu kanningar
eru, sum fólk flest ímynda sær, marknaðarkanningar.
Desk Research er kanning við skriviborðið. Henda kanning hevur til
endamáls at savna og viðgera tað tilfarið, ið er til taks innanhýsis,
umframt tey undirdáta ella tann kunning, ið longu finst og er savnað
saman til onnur endamál.
Univers og svargevar
Ætlar virkið at gera marknaðarkanning, er neyðugt, at tað fyrst
kemur fram á allar væntandi keyparar ella heildarmarknaðin, sum í
kanningarsamanhangi verður nevndur
population ella univers.
ll
Eitt univers er øll tey fólk, ið kunnu vera týðandi at spyrja í einum ávísum
kanningarhøpi.
Sjáldan ber til at spyrja allar væntandi keyparar í universinum, og tí
er vanligt at gera stakkanningar og spyrja ein part av hesum væntaðu
keyparum. Hesin framferðarháttur er til dømis heilt vanligur í veljara-
kanningum. Svargevar, eisini nevndir respondentar, eru tey fólk, ið
spurd verða, og umboða tey ein part, ofta brotpart, av heildarmark-
naðinum ella universinum.
Tað hevur alstóran týdning, at virkið hugsar seg væl um, tá ið svar-
gevar verða tiknir burturúr. Stakkanningar og spurningar eiga at
endurspegla heildarmarknaðin. Sagt við øðrum orðum: tað er um-
ráðandi, at kanningarúrslitið sum mest umboðar eitt univers í pinku-
stødd. Tess fleiri, ið spurd verða, meira álítandi úrslit eru væntandi.
Spurningar í nýtarakanningum verða ofta settir eftir fólkatals-
frøðiligum viðurskiftum og lívshátti.
ll
Svargevar ella respondentar eru tey fólk, ið spurd verða í einari kanning.