Marknaðarlæra - page 118

Vinnulívsgrundarlag
118
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Málflokkur og segment
Er virki kunnað um marknaðarstøðu sína og hevur skipað seg eftir
umstøðunum, tá verða tikin stig til at eggja málflokki, nýtslueindum
og avgerðareindum til at keypa. Nýtslueindin er, sum umrøtt framman-
fyri, fólk ella húski, sum brúka ávísa vøru og tænastu ella hava
møguleika til tess. Avgerðareindin er tey, ið hava avgerðarrættin, tá
ið keypt verður.
ll
Málflokkur er tey fólk, sum virkið í marknaðarføring sínari kunnar og
ávirkar við tilboðum sínum.
Fólkatalsfrøðilig eyðkenni og líkur lísvháttur
Fólk í málflokkinum eru soleiðis verandi og væntandi viðskiftafólk.
Hesi fólk eru ikki ólík og hava sum oftast onkur felagseyðkenni,
til dømis fólkatalsfrøðilig eyðkenni ella líkur lívsháttur. Fólkatals-
frøðilig eyðkenni kunnu, sum kunnugt, vísa til aldur og inntøku,
útbúgving, mannfólk ella konufólk. Lívsháttur kann vísa á felags
áhugamál, hugburð og atferð.
Undir vanligum umstøðum er lítil ivi um, hvør málflokkurin er.
Spurningurin er heldur, um seljarin gagnnýtir tey kappingarráð, ið
málflokkurin tekur undir við. Verksmiðja, ið ger prutl, veit, at mál-
flokkur teirra eina mest er ungir dreingir úr 16 ára aldri og nøkur ár
fram. Handil, ið selur motorsúkklur, veit, at teirra málflokkur mangan
er leysir kroppar úr 18 ára aldri og frameftir.
Soleiðis kundi verið hildið á, men tað er kortini ikki altíð líka lætt at
koma fram til málflokkin. Er ein ætlaður málflokkur til dømis fólk, ið
eru lámar, urtaátarar, ella tola illa feitan mat, kann vera torført at fáa
samband við tey. Vit kunnu leggja afturat, at vøran, ið virkið selur,
verður mangan og ikki óvæntað endurspeglað av teimum, sum keypa
og brúka vøruna.
Ein meginreglan í øllum samskifti er, at partarnir skilja hvør annan,
ella sum tikið verður til, at partarnir “tosa sama málið”, eru á somu
bylgjulongd. Tað man vera fáur, sum í skrivt og talu orðar seg nett á
sama hátt við fremmandafólk sum við vinfólk. Fyri fólk flest er munur
á at tala við prest og so at práta við unnustu sína.
Segment og segmentering
Segment kann verða lýst sum úrskurður, ella flís kanska, av einum
størri marknaði. Nýtarar, sum hava sama tørv og somu ætlanir, felags
áhugamál og eyðkenni, eru í sama segmenti. Viðmerking er, at tá ið
útbjóðarin, framleiðari ella millumhandlari við tiltøkum sínum ger
eitt segment virkið, tá gerst tað segmentið til málflokk.
1...,108,109,110,111,112,113,114,115,116,117 119,120,121,122,123,124,125,126,127,128,...286
Powered by FlippingBook