Kappingarumstøður
125
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Marknaður
Meginreglan í handilsskapi er framvegis tann sama. Fólk hittast á
máli, keypa, selja og skifta sínámillum pening, vørur og tænastur, ella
tey lata vøru fyri vøru ella tænastu fyri tænastu.
Heilt frá gamlari tíð var Tórshavn ein marknaðarstaður, og nakrar fáar
ferðir um árið fóru avbygdafólk til Havnar við ullvørum og øðrum
at skifta um við trotvøru. Nú er tann tíðin farin, at marknaður var
vanligur í hesum líki á okkara leiðum.
Heitið marknaður hevur rættiliga víða merking. Nevnast kunnu
heimamarknaður, heimsmarknaður, oljumarknaður, kornmarknaður,
fiskamarknaður, felagsmarknaður og ikki at gloyma loppumarknaður.
Móðurmálsorðabókin lýsir marknað at vera øki, har keypt og selt
verður, ella har sum líkindi eru fyri sølu og eftirspurningi. Vit taka
samanum og lýsa marknaðin:
Marknaður er landafrøðiliga avmarkað øki, hvørs eyðkennið er fólk og
virki, sum annaðhvørt keypa ella væntandi fara at keypa eina ávísa vøru
ella tænastu.
Føroyar ein marknaður av mongum
Sum marknaður verður lýstur, so eru Føroyar ein marknaður av
mongum. Tær eru landafrøðiliga avmarkað øki við ávísari keypara-
fjøld og kunnu á tann hátt vera góður ella vánaligur marknaður fyri
ávísari vøru ella tænastu.
Føroyar kunnu til dømis vera góður marknaður fyri bilasølu og inn-
búgvi, heldur lakari fyri petrolium og lampugløsum. Av hesum skilst,
at í Føroyum og aðrastaðni við eru eins nógvir marknaðir sum vørur
og tænastur. Marknaður fer vanliga sundur í tveir høvuðsmarknaðir
nevndir nýtaramarknaður og virkismarknaður. Sum hesir marknaðir
eru nevndir sigur frá virkseminum, ið har er.
Nýtaramarknaður
Nýtarar ella brúkarar eru á nýtaramarknaðinum. Handlað verður
við teirri vøru og teimum tænastum, ið endaligi brúkarin spyr eftir
at nøkta egnan tørv. Hvør einstakur av okkum er soleiðis á nýtara-
marknaðinum.
Keypsorsakirnar á hesum marknaði eru nógv treytaðar av sjálvari
vøruni og vøruendamálinum, og javnan hava kenslurnar eins stóran
týdning sum skynsemi. Reglan er, at keypsgrundirnar eru saman-
tvinnaðar og veldst nógv um keyparan, og hvat hann vil.