Marknaðarlæra - page 126

Kappingarumstøður
126
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Virkismarknaður
Virkini eru á virkismarknaðinum, sum er felagsheitið fyri marknaðin,
ið spyr eftir vørum og tænastum at nøkta tann tørvin, ið virkini sjálv
hava. Tey handla soleiðis sínámillum, og virksemið er eina mest
grundað á eitthvørt vinnuligt ella handilsligt endamál. Tað er skyn-
semi heldur enn kenslur, ið ráða á hesum marknaði.
Á virkismarknaðinum verður handlað við teimum vørum og tænastum, ið
virki, vinnufelag ella stovnur spyr eftir.
Virkismarknaðurin fatar um øll virki og allar fyritøkur bæði í pri-
vatum og almennum høpi. Virkismarknaður kann verða skipaður eftir
keypsendamáli í tríggjar eindir.
Virkismarknaður
• Ídnaðarmarknaður
• Millumhandlaramarknaður
• Stovnsmarknaður
Ídnaðarmarknaður
Tað eyðkennir ídnaðarmarknaðin, at eftirspurningurin og vørukeypið
laga seg nógv eftir, at vøran, til dømis rávøra, verður brúkt beinleiðis
í vørugerðini. Eisini kann verða talan um vørur, ið óbeinleiðis eru
partar av vørugerðini, eitt nú framleiðslutól.
Og ikki av ongum eru vørudygd, vøruprísur og trygg vørusending
ógvuliga umráðandi tættir í keypsgerðini. Ein meginregla í lógarver-
kinum um keyp og sølu er soljóðandi: Seljari skal lata vøruna sum av-
talað - í rættari nøgd og dygd, til rættan prís, á røttum stað rættstundis.
Skilt verður ímillum eftirspurning eftir ódrúgvum og drúgvum
vørum. Ódrúgv vøra er hálvvirkað ella óvirkað tilfar, sum onnur vøra
verður gjørd av ella burturúr, til dømis ull og tógv. Gáa um, at eisini á
nýtaramarknaðinum eru vørur drúgvar og ódrúgvar, men týdningurin
er ikki tann sami.
Á ídnaðarmarknaðinum verður handlað við vørum, ið beinleiðis ella
óbeinleiðis vera partur av tí, ið virkið ger.
Á ídnaðarmarknaðinum er drúgv vøra tann útgerð, sum onnur vøra
verður gjørd á ella við. Tænastan og haldgóðskan eru týðandi, á sama
hátt sum fíggingarmøguleikar og sømdir kunnu muna væl í keyps-
gerðini. Flakavirki, skipasmiðjur, mjólkarvirki og bryggjarí eru dømi
um ídnaðarvirki.
1...,116,117,118,119,120,121,122,123,124,125 127,128,129,130,131,132,133,134,135,136,...286
Powered by FlippingBook