Marknaðarlæra - page 134

Kappingarumstøður
134
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Kapping og sertokki
Nógvastaðni í samfelagnum valdar kapping. Einstaklingskappingar
og liðkappingar eru til dømis í ítrótti, og á arbeiðsmarknaðinum
kappast summi fólk um at fáa arbeiði, meðan onnur kappast um bestu
størvini.
Alment kann verða sagt, at kapping snýr seg um at vera bestur og fáa
frægastu úrslitini. Sami kappingarhugur ræður á vøru- og tænastu-
marknaðinum. Handlar og virki kappast sínámillum um viðskiftafólk
og bjóða fram vørur og tænastur í teirri vón, at fólk vilja keypa.
Marknaðarbúskapur ella frí kapping
Grundarlagið undir fríari kapping ella marknaðarbúskapi er, at virki
við vørum sínum frítt kappast á marknaðinum um viðskiftafólk, og
tað, ið tey vilja hava. Avmarkingar í fría virkseminum verða ásettar
í lóggávuni. Tað er marknaðurin, húshald og virki, sum grundað á
útboð og eftirspurning ræður nógv fyri ella stýrir framleiðsluni í
samfelagnum. Marknaðarbúskapur sæst nógv í vesturheiminum, eina
mest í Amerika.
Marknaðarbúskapur er samfelagsskipan við fríum handli, har ið landið
ella ríkið sum mest veitir tí einstaka borgaranum vinnufrælsi og sum minst
kemur sær uppí viðurskiftini á marknaðinum.
Tað er týdningarmikið, at seljari er væl kunnaður um marknaðar-
støðuna og veit um, at kappingin verður nógv ávirkað av, hvussu
nógvir seljarar eru, og hvussu stórir og sterkir teir eru. Ámarknaðinum
kann vera lítil og eingin kapping ella stór kapping, og øll kapping
harímillum. Vanligt er at skilja ímillum tronga og víða kapping.
Tann serligi tokkin, sertokkin, umrøddur frammanfyri, hevur stóran
týdning í hesum sambandi.
Sertokki vísir til, um brúkari ger mun á vøru, hevur til dømis serligan tokka
til ávíst merki, vøru ella virki.
Trong kapping
Trong kapping er ímillum handlar, ið selja somu vørusløg á sama
hátt á sama marknaði. Hesar kappingartreytir eru tær, ið valda á flest
øllum marknaðum, og trong kapping er tískil tann kappingarháttur, ið
fólk flest geva sær far um.
Tílík kapping kann vera millum tænastur, til dømis lán ella uppsparing
í sparikassa ella banka. Tryggingarfeløg kunnu kappast sínámillum.
Kapping kann eisini vera millum ymisk vørusløg, mjólk og sodavatn,
vín og øl, fisk og kjøt. Sum onkur tók til: Alt kappast, sum kann etast.
1...,124,125,126,127,128,129,130,131,132,133 135,136,137,138,139,140,141,142,143,144,...286
Powered by FlippingBook