Marknaðarlæra - page 141

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
141
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Marknaðarføring og kappingarráð
Marknaðarføring ella marknaðarførsla er í mangar mátar at fáa í lag
samband og samskifti við væntandi keyparar, og hvussu tað skal
verða framt. Tey fólk, ið standa fyri, borðreiða javnan við nýggjum
snildum og royna á tann hátt at fáa fólk at taka undir við vørum og
tænastum sínum. Annað er, at nógvu miðlarnir vilja áhaldandi vissa
okkum um dygdir og ódygdir av øllum handa slag.
Marknaðarumstøðurnar sum heild seta hørð krøv til virkini um
virkna og munadygga marknaðarføring, ið av øllum alvi roynir at
tekkjast viðskiftafjøldini. Marknaðarføring hevur sín uppruna í
amerikanska hugtakinum marketing. Av og á verða hugtøkini brúkt
hvørt um annað, men amerikanska marketing er meira umfatandi.
Marknaðarføring fatar um øll tiltøk, ið virki setur í verk í styttri ella longri
tíð, og hvørs endamál er at føra fram á marknað vøru ella tænastu, ið elvir
til nøktandi avlop og nøgdan kundaskara.
Kappingarráð
Virkini royna sum frægast at laga virksemi sítt til marknaðin og
serstakliga til málflokkin. Kappingarráðini eru til taks at styrkja
støðuna, og tey fata um møguleikar og tiltøk, ið leiðbeina um besta
framferðarháttin. Verða røttu kappingarráðini brúkt rættstundis og á
rættan hátt, er væntandi, at meiri verður selt, og tað átti at havt við
sær, at vinningurin í virkinum verður størri.
Verða kappingarráðini harafturímóti skeivt brúkt, kann tað ávirka
fíggjarstøðuna skeivan veg. Fíggjarstøðan í virkinum verður soleiðis
beinleiðis ávirkað av, hvussu málflokkurin tekur undir við tilboðum
seljarans.
Kappingarráð eru sølufremjandi tiltøk, ið virki sjálvt ræður yvir og ásetur.
Bilverksmiðja, ið ger dýrar bilar, hugsar sjálvsagt fyrst og fremst um
sín málflokk og lagar kappingarráðini til væntandi keyparar, sum
eru fíggjarliga væl fyri. Ein bilverksmiðja, ið framleiðir bíligar bilar,
brúkar sjálvandi ikki sama leistin, tí nú er málflokkurin ein annar.
Kappingarráð fara vanliga í tvíningar nevnd vøruráð og søluráð.
Vøruráð og søluráð
Týdningarmikið er, at virki eru varug við, at málflokkar valdast. Tað
sum oftast fær brúkaran at keypa eina vøru fram um aðra, er ein ávís
samanseting av vøruráðum, til dømis merki, dygd og prísur.
1...,131,132,133,134,135,136,137,138,139,140 142,143,144,145,146,147,148,149,150,151,...286
Powered by FlippingBook