Marknaðartillaging
Product (P. 1)
145
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Inngonga
Inngongan er fyrsta skiftisskeiðið, eftir at vøran er komin fram á
marknaðin, og er umráðandi, at væntandi keyparar taka av tilboði.
Inngongan er tí av avgerandi týdningi, um vøran verður verandi á
marknaðinum ella verður tikin aftur haðani.
Tað er týdningarmikið, at vøran nøktar einhvønn tørv, og at væntandi
viðskiftafólk fáa at vita um vøruna, og hvaðani hon fæst til keyps.
Setningur virkisins í hesum skeiði er at leggja alla orku í at spjaða
vitanina um vøru og merki. Fáa fólk at keypa og royna hana og á tann
hátt leggja lunnar undir betri sølu.
Týðandi kappingarráð á hesum stigi eru sjálv vøran, sum hon verður
spjadd um, og so reklama og persónlig søla. Fyri at stuðla upp
undir keypshugin fæst nýggj vøra av og á fyri ógvuliga lagaligan
inngonguprís. Inngongan er eisini eyðkend við, at sølan sum oftast er
lítil, og at tað kostar lutfalsliga nógv at menna og gera vøruna. Tað
hevur millum annað við sær, at fyrsta tíðin á marknaðinum ofta
gongur við halli.
Tey fyrstu, sum keypa nýggjar vørur á nýtaramarknaðinum, verða
nevnd slóðarar ella undangongufólk. Tey eru ofta fús at royna eitt-
hvørt nýtt og slóða fyri nýggjum vørum. Keypsorsakirnar frávik og
lifring ráða javnan fyri keypinum. Vanliga eru slóðarar fíggjarliga
væl fyri, men keypshugur teirra minkar, so víða sum vøran fer um.
Slóðarar og onnur undangongufólk leita javnan nýggjar leiðir.
Vøkstur
Vøksturin er tann tíðin, tá ið meginparturin av marknaðinum veit
um vøruna og hevur møguleika at keypa hana nógvastaðni. Vøran
fótar sær nú av álvara, og um somu tíð fellur eindarkostnaðurin, og
virkið fær fyrimun av stórrakstri. Bæði arbeiðslagið og vørugerðin
verða høgligari.
Søla og vinningur vaksa munandi, men tann vaksandi sølan
setur eisini størri krøv til vørugerðina, eins og herdu krøvini økja
útreiðslurnar. Heldur ikki er óvanligt, at fleiri útbjóðarar troka seg
fram á marknaðin, meðan vøkstur er. Átøk verða tí framd til at víðka
og styrkja kappingargrundarlagið og á tann hátt menna marknaðar-
støðuna sum heild og soleiðis fíggjarstøðuna í virkinum.
Kappingarráðini hesa tíðina eru vøruprísur, útbreiðsla, reklama og
annað samskifti við viðskiftafólk. Meðan slóðarar so við og við leita
upp aðrar og nýggjar vøruflokkar, taka onnur fólk undir við vøruni og
keypa hana. Keyparar gerast tilvísingarbólkar, og eftirgerðarorsøkin
ger um seg. Vøksturin í søluni støðgar, og stígurin tekur við.