Marknaðarlæra - page 148

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
148
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vørumerki og vørunavn
Vørumerki er navn ella frámerki, ið virki ella handil setur á vøru-
pakking, vøru ella vøruflokk. Vørumerki verða skrásett á danska
stovninum “Direktoratet for patent- og varemærkevæsenet”. Rættar-
trygdin verður sambært lóg um vørumerking nevnd skráseting
(registrering). Vørumerki, ið fær skráseting, verður nevnt skrásett
vørumerki (registreret varemærke). Eitt og hvørt virki má sjálvsagt
taka støðu til, um merkið skal verða skrásett, og vøran seld við merki
á ella við ongum merki á. Vørumerki kann verða lýst soleiðis:
Vørumerki er eyðkennismerki, ofta tvinnað saman av navni, logo, súmboli
og sniði, ið skilir vøruna frá øðrum vørum, soleiðis at keypari lættari kennir
vøruna aftur.
Nógvar vørur á nýtaramarknaðinum, bæði drúgvar og ódrúgvar,
verða seldar við merki á. Tað eru framleiðsluvirki, heilsølur og smá-
sølur, ið eiga vørumerkini, ið vanliga fara sundur í høvuðsmerki og
undirmerki. Samanumtikið eru bara heilt fáar vørur, ið fara navn-
leysar á handilshillarnar, í sýnisgluggarnar, á naglar og knaggar.
Høvuðsmerki er tað merkið, ið virkið brúkar burturav annaðhvørt til allar
vørur sínar ella til ávísar vøruflokkar.
Undirmerki er eitt av mongum merkjum, ið umboðar ávísa vøru ella vøru-
flokk frá sama virki.
Merkisvøra
At seta merki á vøru ella marka vøru hevur heilt einfalt til endamáls
at minna fólk á vørunavn og vørumerki, eginleikar og sermerki tess.
Hava fólk vant seg við at brúka eitt ávíst merki, so hava tey lyndi til
framhaldandi at halda við sama merki. Virkini vita eyðvitað væl um
hesar umstøður, og tí bjóða mong virki fram vørur sínar við merki á,
sum merkisvøru ella handilsmerkisvøru.
Coca Cola, Gevalia-kaffi, Tetley-te og Colgate tannkrem eru dømi um
gerandisvørur, ið eru merkisvørur. Brúkarin veit eisini, at vøran hevur
meinlíkar dygdir sum honum dámar, og tí er ikki neyðugt at hugsa
stórvegis um vøruna, tá ið hann keypir hana.
Eydnast virki at fáa fólk at taka undir við merkinum og vøruni, so
er hetta sjálvsagdur fyrimunur fyri virkið. Brúkarar fáa sertokka til
merkið og gerast soleiðis trúgvir keyparar. Seljarar og vit onnur vita,
at vanin bítur. Vansin er, um brúkarar missa álitið á merkinum, til
dømis tí at dygdin er ójøvn.
1...,138,139,140,141,142,143,144,145,146,147 149,150,151,152,153,154,155,156,157,158,...286
Powered by FlippingBook