Marknaðarlæra - page 151

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
151
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Sum umrøtt í greinini, er eitt brand ikki einans eitt vørumerki hjá ein-
um virki, men eitt kensluborið súmbol. Kanningar vísa, at eitt sterkt
brand er virðismikið og kann umboða meira enn helvtarvirði av ein-
um virki.
Seinasta mansaldurin er vørúrvalið margfaldað í flestum handils-
greinum. Útbjóðararnir koma úr øllum ættum. Tann at sær komni
handilsmaðurin hevur soleiðis samband við nærum allan heimin. Økta
vøruúrvalið hevur við sær, at keyparin hevur nógv meira í at velja, og
tað elvir til, at kappingin herðist, og at trúfesti keyparans at halda seg
til tað eina vøruslagið og tann eina seljaran er ikki so eyðsýnt longur.
Gera vart við tað sermerkta
Tað gerst tí meira átrokandi fyri framleiðarar og seljarar at gera vart
við tað sermerkta, og teir royna tí at menna samband og samskifti við
brúkararnar. Í roynd og veru keypa vit ikki bara eina vøru, men eisini
eitt vørumerki.
Eyðvitað eru fyrimunir, um vøra verður brandað. Vøran fær ein sjálv-
støðugan profil, ið er torførur at eftirgera, og góð líkindi eru til størri
vinning. Men fyrimunirnir standa ikki einsamallir. Vansar kunnu til
dømis vera, at vøran kostar nógv at marknaðarføra og ofta fær harða
kapping frá handilsmerkjum, ið aloftast eru bíligari at framleiða og
marknaðarføra, og tí bíligari at keypa samanborið við merkisvøruna.
Sum flest onnur marknaðarátøk hevur branding heilt einfalt til enda-
máls at varðveita og styrkja marknaðarstøðuna hjá virkinum og fáa so
mong sum gjørligt at keypa so nógv sum gjørligt.
Sølufyribrigdi í fornnorrønari merking
At eiga eitt virki hevur einki virði í mun til at eiga ein marknað. Einasti mátin at
eiga ein marknað er at eiga eitt merki
Eitt “brand” er eitt hitt týdningarmesta fyribrigdið í nútímans søluarbeiði. Eitt
“brand” kann gera av, um fólk keypa eina vøru ella ikki. Faroe Seafood hevur
eisini sítt – tað eyðkenda Faroe. Vit tosa um sonevndar “merkivørur”. Hetta, at
brúkarin kennir vøruna aftur á einum serligum merki – einum serligum “brand”.
Einum merki, sum fær hana ella hann at velja júst ta ávísu vøruna í keypsløtuni.
Merkið fær hana ella hann at kenna seg tryggan, at líta á vøruna – og á, at
hendan vøran hevur størri virði enn hinar vørurnar á somu hill. Hóast vit best
kenna fyribrigdið “brand” sum eitt nútímans mótaorð í øllum søluarbeiði,
so stavar tað í veruleikanum úr fornnorrønum. Tað æt tá “brandr”, ið merkti
brennimerktur – markaður.
Endamálið
Eitt brand sigur greitt, hvør eigur eina framleiðslu. Tað fær eisini fólk at bíta
merki í vøruna – “brandið” liggur frammaliga í huganum og tekur vøruna fram
um aðrar. Eitt gott merki verjir eisini móti, at onkur ger vøruna eftir. Vøran
verður ikki so viðbrekin mótvegis skiftandi tíðum, møði, leysasøgum, óhepnum
gølum og tí, sum kappingarneytar kunnu finna uppá.
framhald ...
1...,141,142,143,144,145,146,147,148,149,150 152,153,154,155,156,157,158,159,160,161,...286
Powered by FlippingBook