Marknaðartillaging
Product (P. 1)
159
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vøruspjaðing
Verður til dømis farið aftur til árini 1960 – 1970, var tolilig vissa fyri,
hvønn handil tú skuldi fara í at keypa eitt ávíst vøruslag. Eftir gomlum
siði røkti hvør handil síni vørusløg. Soleiðis er ikki longur, tí nú er
stór vøruspjaðing. Siðbundnu og sjálvbodnu skottini millum handils-
greinir eru nú farin í søguna.
Vøruspjaðing er, tá ið handil selur ella umboðar vøru úr aðrari handils-
grein, t.d. at bensinsøla selur skundverður og leigar út DVD-filmar.
Sum skilst, merkir vøruspjaðing, at handlar taka upp vørur og vøru
flokkar úr øðrum handilsgreinum. Tað er heilt vanligt í stórum og
smáum sølubúðum. Hesir handlar selja ikki bara vanliga kioskvøru,
men eisini fløgur og skundverður, mjólk og breyð, viðskera og annað
mangt.
Vøruspjaðingin kann verða grundað á, at handilin selur ella vinnur í
minna lagi við tí úrvali, ið er, og tí víðkar tað og spjaðir seg á fleiri
vørur og vøruflokkar. Ein vaksandi eftirspurningur kann eisini hava
við sær eitt størri og fjølbroyttari vøruúrval. Soleiðis væntar handilin
at selja meiri og soleiðis vaksa vinningin.
Tøkniliga menningin eigur sín stóra lut í, at nógv nýggj vøra kemur á
marknaðin. Nýggja vørugrundarlagið broytir gamlar siðir og handils-
skipanir, á sama hátt sum broyttu fortreytirnar elva til nýggj uppkøst
til vøruúrval og øðrvísi handilsgrundarlag.
Spjaðingin seinnu árini stavar eisini frá samfelagsbroytingum. Sum
nevnt, eru ofta tvær inntøkur í húskinum, og tískil hava nógv húski
meiri pening at ráða yvir nú enn fyrr. Eitt útbygt vegakervi, flutningur
við bili eins og nýggjar vørur og onnur tølandi tilboð ávirka nógv bæði
keypsvanar og nýtsluvanar.
Nógvir stórir og smáir handlar eru savnaðir í handilsmiðstøðum og
handilshúsum, og fleiri sjálvstøðugir serhandlar eru. Hesum nýggju
treytum royna handilsmenn at laga seg eftir í kappingini. Við ymsum
hepni og hegni.
Space management er økisstýring
Av og á í handilspráti lofta vit hugtakinum “Space management”.
Tann, ið ikki veit betur, fer helst at hugsa um stjørnuspá og teldutos,
men hugtakið er meira jarðbundið enn so. Space management er
stýringaramboð, ið hevur fingið munandi útbreiðslu í smásølu-
liðinum. Skipanin er grundað á víðkað samstarv millum smásølur og
vøruveitarar.