Marknaðarlæra - page 161

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
161
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vørupakking
Tey virki, ið selja vøru til smásøluliðin, eru javnan í harðari kapping.
Kappingin snýr seg nógv um at fáa sum mest rásarúm á hillunum
í handlunum. Vørupakkingin og hillaplássið verða soleiðis munandi
kappingarráð og kunnu gera av, um viðskiftafólk keypa eina vøru
fram um aðra, eitt merki fram um annað.
Virkini, ið gera vøru og vørupakking, gera tí nógv burtur úr hesari
eykadygd og samstarva javnan við smásøluliðin, sum kann ráðgeva
um hóskandi vørupakking. Vørupakkingin verður á tann hátt týðandi
táttur í vøruráðunum og skal helst lúka ávísar treytir í minsta lagi.
Vørupakking er tilfar, ið vøra er pakkað ella bjálvað í, er vørunýtsluni óvið-
komandi og verður soleiðis eykadygd.
Krøv til vørupakking
• Vera hóskandi verja undir flutningi
• Vera umhvørvisvinalig
• Vera løtt at beina burtur
• Vera løtt at goyma og skamta úr
• Vera sølufremjandi
• Vera samsvarandi ásettum lógarkrøvum
Flutningsleiðin ella vørugongdin frá virki til heilsølu og síðani haðani
til handlar og brúkarar kann verða long og drúgv. Tí er neyðugt, at
vørupakkingin verjir vøruna væl. Brúkarin væntar, at vøra er í lagi, tá
ið hon verður keypt og brúkt. Virkini vita, at ónøgdir brúkarar kunnu
gera sítt til mista sølu og vánaligt umdømi.
Summar vørur tola ikki vætu, summar ikki lukt. Aðrar brotna lætt­
liga og skulu tí verða vardar fyri stoyti. Onkrar tola illa sólarljós, hava
avmarkaða haldgóðsku og tola ikki bakteriur. Ella er vøra viðbrekin
ella viðkvom av øðrum ávum.
Virkini eru væl kunnað um hesi viðurskifti, men vørupakkingin skal
eisini lagast eftir goymsluumstøðum, umframt flutningsmøguleikar
fram til heilsølu og smásølu. Tað vil siga, at vørupakkingin skal vera
hóskandi til goymsluhillar, og at vøra trygt kann verða flutt við skipi,
bili ella flogfari, við vanligari flutningsskipan, t.d. nú á platti ella í búri.
Hillar hava standardstødd í flest øllum handlum, og tí leggja ser-
stakliga smásølur dent á, at vøran og vørupakkingin er lagað til
hillarnar á goymsluni og í handlinum. Greið vørulýsing og leiðbeining
um nýtslu skal standa á vørupakkingini, er tað neyðugt. Vøra skal
sjálvsagt vera í lagi, vera løtt at prísmerkja og seta á hillarnar, prísir
lættir at lesa, eisini við kotulesara.
1...,151,152,153,154,155,156,157,158,159,160 162,163,164,165,166,167,168,169,170,171,...286
Powered by FlippingBook