Marknaðartillaging
Product (P. 1)
162
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Brúkarin meira tilvitaður
Seinastu árini er brúkarin vorðin meira tilvitaður um, at tað er á-
trokandi at fara væl um náttúru og umhvørvið, spara orku og dálka
sum minst. Hann setur tí strangari krøv til vørupakking, at hon kann
verða endurnýtt og er løtt at beina burtur.
Krøvini til reinari umhvørvi hava nógv virki tikið til sín, fyri sum
mest at ganga vaksandi brúkarakrøvum og herdum lógarkrøvum á
møti. Virkini royna tí at einfalda vørupakking, taka burtur skaðilig
evni og nýta umhvørvisgóðkend evni í staðin fyri.
Nógv matvøra verður goymd í køliskápi og frystara. Hesar køli- og
frystigoymslur hava vanliga standardstødd. Hurðin í køliskápinum til
dømis er ætlað til drekkavøru, at mjólk og annað kann standa har.
Flestum brúkarum dámar eisini væl, at vørupakkingin er løtt at lata
upp, stoyta og skamta úr, og at vøran eisini verður væl vard, meðan
hon verður goymd.
Sølufremjandi
Tá ið brúkari fer at keypa í sjálvtøkuhandli, hevur hann vanliga góða
hilling á, hvat hann ætlar sær. Men áhugavert er, at nógvir brúkarar
taka ikki støðu til merki og vøruslag, fyrr enn teir eru í handlinum.
Brúkarin sóknast í handlinum eftir tí, ið honum hóvar og tørvar, men
hann sær ikki altíð sjálva vøruna. Freistandi og dámlig vørupakking
er tí týdningarmikil og kann eggja til at keypa eina ávísa vøru og
kanska skifta merki.
Vørupakkingin kann tí hava avgerandi týdning, serstakliga í sjálv
tøkuhandlum. Har eigur vøran ongan góðan, bara vørupakkingin um-
boðar vøruna. Verður lítið og einki keypt av einhvørjari vøru, so fær
hon ikki innivist í handlinum, men verður tikin av aftur hillunum, og
onnur vøra verður sett í staðin.
Hetta er ein høvuðsgrundin til, at virki, sum selja merkisvøru, gera so
nógv burtur úr vørupakkingini. Virkini royna soleiðis at geva vørum
sínum serlig frábrigdi. Tað sæst væl á marknaðinum við drekkavørum.
Fløskurnar hjá Coca Cola, Pepsi og Jolly hava allar ymiskt snið, hóast
minni munur er á smakki og tí, sum er í.
Nógv virki gera árend sølustativ til millumhandlararnar til tess at gera
vart við vørur sínar. Tey royna á tann hátt at vaksa søluna og elva til
sertokka hjá brúkarum. Nógv verður lagt fyri at fáa fólk at keypa
merkisvørurnar. Ítróttarkappingar munnu vera fáar, uttan so at eitt ella
fleiri eyðkennismerki eru vundin á stong.