Marknaðartillaging
Product (P. 1)
160
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vøruveitararnir fáa nú atgongd til stýringarskipanina í handlinum og
kunnu í sínari egnu telduskipan fylgja vørugongdini av egnum vørum.
Skal tílík skipan verða sett í verk, er treytin tann, at alt vøruúrvalið í
handlinum frammanundan er skrásett á teldu.
Skrásetingar verða síðani gjørdar, hvørja ferð, ið vøra verður keypt, og
tilgongd er á handilshillarnar, og hvørja ferð, ið vøra verður seld, og
frágongd er av hillunum. Skipanin er ikki ólík goymslustýring, men
hevur umframt eina eyka dimensión, ið sipar til hillarnar og tey økini
í handlinum, har sum vørurnar standa frammi.
Vitanin um vørugongdina er grundarlagið undir broytingum og til-
tøkum, ið gera av, hvørjar vørur fáa innivist á hillunum, hvar tær
skulu standa, og hvussu nógv pláss tær kunnu taka. Soleiðis kemur
økið inn í myndina. Endamálið er eittans: At fáa sum mest burturúr.
Space management kann verða lýst soleiðis:
“Space management” er stýringarskipan, ið hevur eftirlit við keypi og sølu
og umframt ansar eftir, at vøruúrvalið í handlinum í allar mátar og støðugt
verður dagført og sýnt fram á besta hátt og soleiðis veitir handlinum
mesta bruttovinningin.
Vøruúrval í farnari tíð
Har vóru allar vørur á goymslunum: korn og mjøl á einum lofti, sukur,
grýn, kaffi, te, kakao og keks í einum stað, snørir, teymar, onglar, húkar,
seymur, lás, hongsl í einum kamari, allar emailleraðar og galvaniseraðar
vørur á einum lofti, jarn og stál og oljuklæðir, sólaleður, húðir og skinn til
tuflur og skógvar á ovasta lofti.
Í Munkastovuni
Postalín og steintoy, føt, koppar, talerkar, kryddarí, svávulpinnar og krút
á loftinum. Í kjallaranum brennivín, vín, petrolium, sápa, edikur, øltunnur
og saltaðar húðir.
Í Leigubúðini
Nævur og timbur, kol í kjallaranum og kolgarðinum, eisini har stórviður og
kjalaviður, múrsteinar, taksteinar, hvørvisteinar og tjørutunnur. Í skápum
fram við Leigubúðini vóru allar fløskurnar av ymiskum vínum og sterkari
sløgum.
Í Krambúðunum
Allar matvørur, tubbaksvørur, seymaðar klædnavørur og boltar av øllum
stoffum, frá lørifti til silki, og so alt, hvat til seyming skuldi nýtast. Hetta til
at vísa, hvat stórhandlarnir í Føroyum tá høvdu at bjóða fram til sølu.
•
Brot úr bókini “Føroyar undir fríum handli í 100 ár“.