Marknaðarlæra - page 167

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
167
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Týðandi partur í tænastugerðini er, hvussu neyva viðskiftið og sam-
skiftið millum starvsfólk og viðskiftafólk eydnast. Persónliga sam-
bandið teirra millum sermerkir tænastugerðina og ræður tí nógv fyri,
um úrslitið verður gott ella vánaligt.
Veitingarskipanin í tænastu er vanliga trígreind og fatar um stuðulslið,
framlið og so viðskiftafólk.
Grundveiting og hjáveitingar
Vanligt er at skilja sundur tænastu í grundveiting og so hjálpar-
veitingar, ið nevndar verða hjáveitingar. Veitingarnar samanlagdar
umboða heildarveitingina. Grundveitingin á matstovu er matur og
drekka. Hjáveitingarnar vísa til starvsfólk og viðskiftafólk umframt
stuðulsskipan, ið fatar um tær veitingar, ið stuðla upp undir grund-
veitingina.
Viðmerkjast skal, at dygdin á grundveitingini er rættiliga avgerandi
fyri dygdina á heildarveitingini. Tað merkir, at framúr hjáveitingar
kunnu ikki verða settar upp ímóti vánaligari grundveiting. Stendur
grundveitingin ikki mát, so verður heildarveitingin framvegis hildin
at vera í so vánalig og illa nøktandi.
Verður til dømis handilsskúli fyrimynd, verða viðurskiftini ivaleyst
greiðari. Tað er ikki nóg mikið, at lærarar og starvsfólk eru fitt
og fryntlig, og at umhvørvið er hugnaligt. Grundveitingin er út-
búgvingin, og er hon vánalig, so verður heildarveitingin hareftir.
Kortini er vanligt í lýsingaátøkum at leggja áherðslu á hjáveitingar.
Hetta stendst nógv av, at ofta kappast fleiri virki um somu grundvei-
ting. Virkini royna tí at gera hjáveitingar sínar øðrvísi enn kappingar-
neytarnir. Tey vænta á tann hátt at gerast stinnari í kappingini, og at
viðskiftafólk taka undir við heildarveitingini. Ferðavinnan til dømis
dugir væl at snikka til ferðatilboð við hesum grundarlagi.
Heildarveitingin fevnir um grundveiting, sum stendur viðskiftafólki í boði,
og so hjáveitingarnar, ið stuðla upp undir grundveitingina.
Heildarveiting í skúla
Matarhøll
Teldurúm
Bókasavn
Fryntlig
starvsfólk
Grundveiting
Handilsútbúgving
Góðar
skúlastovur
Dugnaligir
lærarar
Hugnaligt
umhvørvi
Hugnaligar
veitslur
• Grundveiting og hjáveitingar mynda heildarveiting.
1...,157,158,159,160,161,162,163,164,165,166 168,169,170,171,172,173,174,175,176,177,...286
Powered by FlippingBook