Marknaðarlæra - page 164

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
164
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tænasta og tænastuvinna
Tænastvinnan, sum umrøtt frammanfyri, kemur rættiliga fyri seg
seint í 18. øld og frameftir, um tað mundið, tá ið ídnaðarmenningin
tekur seg upp. Nomið er við tað óítøkiliga, sum sermerkir júst hetta
virksemið, men tænasta kann eisini vera ein sjálvstøðug veiting.
Tænastuvinnan, og soleiðis handlar og onnur virki, verður flokkað
eftir tí lutfalsliga leikluti, ið vøran, tað ítøkiliga, og tænastan, tað óí-
tøkiliga, hava í virkinum.
Tænastuvinnan sundurbýtt
• Tænastuvinnan burturav er til dømis undirvísing, undirhald og frítíðar-
ferðir.
• Tænasta, ið økir ítøkilig vøruvirði, er til dømis bilaumvæling, reingerð
og hárfríðkan.
• Tænasta, ið útvegar eitthvørt ítøkiligt, er til dømis postsølufelag, heil-
søla og smásøla.
Reglan er, at tess óítøkiligari veitingin er, tess størri krøv verða sett
veitaranum. Tá ið fólk fara til handils í sjálvtøku, vita tey vanliga
nógv um vøruna. Vøran er ítøkilig, og tí er lagamanni, at keyparin
avgreiðir seg sjálvan. Tað er mesta grundin til, at persónliga tænastan í
sjálvtøkuhandli verður avmarkað. Harafturímóti er til dømis frálæra
tænasta burturav og er tískil óítøkilig.
Vøra / ítøkilig
Tænasta / óítøkilig
0
100%
100%
Sjálvtøkuhandil
Bilasøla
Teppihandil
Burgarabarr
Matstova
Bilsmiður
Hárfríðkan
Ráðgevingarstova
Hotel
Handilsskúli
• Tænastuvinnur flokkaðar eftir vøru og tænastu.
1...,154,155,156,157,158,159,160,161,162,163 165,166,167,168,169,170,171,172,173,174,...286
Powered by FlippingBook