Marknaðartillaging
Product (P. 1)
155
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eyðvitað, at tað er munur á at keypa klæði til rusut arbeiði, tí tá skal
plaggið vera haldgott og hóskiligt til endamálið, og so mótaklæði, tí tá
er sum oftast nóg mikið, at plaggið er smart og riggar væl.
Eykadygd
Eykadygdin er sambært allýsing eykaeginleikar, ið ikki viðkoma
vøruendamálinum. Vørumerki og vørupakking verða mett sum
eykadygd og kunnu stuðla væl upp undir sølugerðina. Virkini flagga
dagliga og dúgliga við vøru- og búmerkinum og royna á tann hátt
áhaldandi at minna brúkaran og onnur á eyðkenni síni.
Eykadygdin sipar til eykaeginleikar, ið ikki viðkoma vøruendamálinum.
Vørumerki og vørupakking
Fjølmiðlar, ið bera tíðindi um móta og annað slíkt, eru á tremur av
kendum merkjum og kendum fólki. Út í æsir verður greitt frá merkis
vørunum, hvør sniðgevin er, um klædnatilfar og annað skreyt. Fína-
rimpurnar hava úr at gera.
Bilamerkini eru eisini góð dømi um, hvussu vit raðseta bilakeyp,
og tað, ið merkini umboða. Eitt sindur umskrivað kann verða sagt:
Hvørja mynd vil eg hava, at tú hevur av mær, koyri eg í hesum
bilinum, klæði meg í hesi klæðini og eri soleiðis skøddur.
Alsamt fleiri brúkarar eru nú fúsir at gjalda eyka fyri viðurkend
merki. Seljarar draga sær gagn úr hesum. Tað sæst heilt væl í lýsingum
við alskins merkisvørum, luktilsi og øðrum til kropsrøkt, hvussu
frálíkt tað er at brúka slíkar vørur. Eingin er bilsin av, at kenslur
ráða, tá ið tílík vøra verður keypt. Fráviksorsøk og lifringarorsøk eru
vanligar, og tá ið mótin tekur við, verður eftirgerðin týðilig.
Vørupakkingin verður mett sum eykadygd. Summir brúkarar taka
nógv heldur ávísa vøru ella ávíst merki fram um annað, júst tí at vøru-
pakkingin er umhvørvisvinarlig og kann verða endurnýtt. Aðrir
brúkarar keypa til dømis ikki vørur úr londum, ið eru illa kend fyri, at
børn verða misnýtt sum arbeiðsorka.
Dámlig og snøgg vørupakking kann eisini freista fólk og fáa tey at
keypa. Av og á fæst til keyps ymiskt góðgæti við myndum av kendum
fólki í pakkanum. Myndir av filmshetjum og ítróttastjørnum eru
vanligar. Hetjur úr myndasøgum eru heldur ikki óvanligar. Myndirnar
hava ongan týdning fyri vøruna, men verða savningarlutir, og tær
gerast soleiðis eykadygd. Viðhvørt er pakkingin evnað beinleiðis til
eykadygd. Dømið er sinnopsglasið, ið gjørdist drekkiglas nærum í
hvørjum føroyskum heimi
.