Marknaðartillaging
Product (P. 1)
146
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Stígur
Sølan er komin í fasta legu. Slóðarar hava slóðað, og vøran er nú
komin víðari um, men fáir nýggir keyparar gera vart við seg, og nógv
keyp eru endurkeyp. Kappingin harðnar og trýstir prísin niður. Lakari
søluprísur kann elva til lakari skiftisíkast.
Virkini virka støðugt fyri at vinna keyparar frá kappingarneytum
og at fáa verandi viðskiftafólk at keypa meiri. Tey royna umframt at
leggja uppfyri og styrkja kappingarstøðu sína, til dømis við broyttum
vørusniðum og fjølbroyttum tilboðum.
Keyparar eru vanliga afturhaldnir, vilja vera og gera sum onnur og
keypa hareftir. Teir vilja hava størri og fjølbroyttari vøruúrval, og
at vøra fæst í ójøvnum dygdum og ymiskum prísum. Stígur er. Við
keypsorsøkum í huganum er skilligt, at skynsemi og eftirgerð muna
væl í keypsavgerðini.
Afturgongd
Alsamt verður strevnari bæði fíggjarliga og í aðrar mátar at halda eina
javna sølu, og undirtøkan minkar líðandi. Tann dagur nærkast, at ikki
loysir seg at gera vøruna og selja hana. Reklama og sølustyrkur (sales
promotion) eru týdningarmikil í hesum skeiði, men tað svitast ikki, at
fyrningin hevur tikið ferð á seg.
Afturgongdin kann koma av ymiskum ávum, til dømis at onnur og
betri vøra kemur ístaðin, mótin skiftir, ella kanska nýggj tøknifrøði
ger um seg. Kortini kunnu nakrar fáar vørur eitt skifti vera lønandi
í hesum skeiði. Tað er tó treytað av, at sølan er nóg stór, og at eftir-
bátarnir framvegis hava tokka til vøruna, men tílíkar umstøður eru
frávik frá vanligu vørugongdini.
Meginreglan er, at sølan minkar, og vinningurin verður samsvarandi
minni. Gongdin er serliga sjónsk í tøkniheiminum. Nýhugsan og
nýskapan, tøknilig framstig og framkomin útgerð kunnu skjótt elva
til, at onnur vøra verður avoldað. Flest allar vørur, ið mótin setur dám
á, eru ikki sørt fyri somu lagnu, eitt nú innbúgv, klæði og skógvar.
Nýggj og framkomin vøra
Av hesum skilst, at skal virki líta á ella dúva uppá eina ella fáar vørur,
so eru treytirnar og krøvini til nýhugsan og nýskapan gróthørð.
Virkið veit, at fyrr ella seinni, helst fyrr, koma fram vørur, ið eru
bæði betri og bíligari, enn tær, sum virkið ger. Skal virkið koma sær
undan, er átrokandi at menna og gera nýggj snið og nýggjar vørur og
annars væla um tær, ið eru á marknaðinum, er tað neyðugt. Skal het-
ta bera til, so er alneyðugt, at manningin er á einum máli um, hvør
menningin skal vera og tískil rør í sama borði.