Marknaðartillaging
Product (P. 1)
153
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vøra og vørudygd
Viðskiftafólk eru tey, ið gera royndirnar við vøruni og soleiðis gera
av, um hon hevur tær dygdir, ið tey vilja hava. Er vøran ella tænastan
ikki nóg góð, verður hon treyðugt keypt aftur. Men virkið kann broyta
vørudygdina, vørusniðið ella annað og royna at elva til serligan tokka
hjá viðskiftafólki og tí betri kappingarføri.
Broytt vørusnið kann til dømis vera torført at eftirgera og kann tí
eina tíð hava við sær økt kappingarføri, men tað er treytað av, at við-
skiftafólk taka undir við broyttum vørusniði. Vansin er, at broyting-
arnar kunnu kosta nógv, og einki virki veit við vissu, um fólk fara at
samtykkja við broytingunum. Dygd kann verða lýst soleiðis:
Dygdin er sum vøra og tænasta megna at nøkta tørv hjá viðskiftafólki.
Tríggjar dygdir
Dygd ella góðska hevur rættiliga víða merking og verður brúkt í
nógvum samanhangi. Vøra kann til dømis hava góðar ella vánaligar
dygdir. Tænastudygd kann verða umrødd sum góð ella vánalig. Hug-
takið dygd verður soleiðis brúkt bæði um ítøkiliga vøru og óítøkiliga
veiting. Eisini talumálið blómar við gandaorðum sum lívskvalitetur
og kvalitetstíð.
Eingin ivast í, at tað sum oftast er keyparin, ið ger av dygdarstigið
í keypsgerðini. Meiri, ið rindað verður fyri vøruna, meira verður
væntað av vøruni. Er vøran bílig, eru ongar serligar vónir um dygdina.
Keypir tú til dømis eitt bíligt ur, væntar tú, at dygdin er avmarkað, og
frávik kunnu vera í gongdini. Men gongur urið sum klokkan, er hetta
vælakeyp, og dygdin verður mett samsvarandi.
Keypir tú harafturímóti eitt dýrt ur, eina merkisvøru, væntar tú, at tað
roynist væl. Um nú bæði urini, eitt bíligt og eitt dýrt ur, bara halda trý
ár, broytir hetta ikki tína fatan av tí bíliga urinum. Tú heldur fram-
vegis, at tað var vælakeyp, men tú verður vónsvikin, gongur dýra urið
fyri. Niðurstøðan verður, at brúkarin javnan javnsetir dygdina við tað,
sum vøran kostar.
Umrøddu viðurskifti siga eitt sindur um, hvussu samansett hugtakið
dygd er. Fyri at gera tað lættari at skilja, verður dygd flokkað eftir
ymiskum fortreytum, vanliga í tríggjar partar. Hvør parturin tilskilar
tað eyðkenda, ið dygdin umboðar. Skilamaður hevur sagt, at dygd ella
góðska hevur tað við sær, at tú framhaldandi ert frammi í raðnum
– eisini í ringum tíðum. Stjórin í BMW segði í sjónvarpssending, at
kundarnir skulu koma aftur, ikki bilarnir. Vit skulu stutt umrøða tríg-
gjar týðandi dygdir.