Marknaðarlæra - page 150

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
150
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Navnleys vøra
Summi virki framleiða vøru við ongum serligum merki ella frámerki.
Tílík navnleys vøra fæst í nógvum lágpríshandlum og lágprís-
ketum. Vøran er ikki so dýr at gera og marknaðarføra og verður tí væl
bíligari at keypa enn onnur vøra. Bara vøruslagið, og tað, sum annars
er neyðugt, er tilskilað á vørupakkingini.
Virkini, ið gera navnleysa vøru, eru mangan tey somu, ið framleiða
merkisvøru og handilsmerki. Tey vænta at selja meiri, tí at vøran er
væl bíligari at keypa enn onnur vøra, og at málflokkurin er tey, sum
av ymiskum ávum raðseta vøruprísin fyrst.
Brand, branding, branda
Tað er ikki so langt síðani, at hugtakið branding sá dagsins ljós her
á klettunum og so líðandi fór at gera vart við seg í skrivt og talu. Nú
er “branding” vorðið eitt mótaorð, á sama hátt sum hugtakið konsept
(concept) fýkur um oyruni í tíð og ótíð. Men longu í desember 1994
er grein í Faroe tíðindi, ið viðger fornnorrøna orðið
brandr
, upprunin
til fyribrigdið branding, og tann týdning, tað hevur í nógvum sølu-
arbeiði.
Greinin “Sølufyribrigdi í fornnorrønari merking”, greiðir frá hug-
takinum branding og varpar umframt ljós á tað, sum tað umboðar.
Umtalar eisini týdningin av at eiga eitt gott merki, eitt sterkt brand, ið
kann eggja fólki til at keypa júst tína vøru.
Brand image og brand personality
Nú á døgum tykjast loysanarorðini í marknaðarføring at vera ein
spurningur um merki, brand og branding. Vit kunnu til dømis marka
ella branda bæði vørur og tænastur, sjálvt fólk og fæ. Alt hugsandi
kann verða selt og brandað, eisini oyggjalandið Føroyar.
Nomið er við hugtakið “brand image”, tann hugmyndin, ið summir
brúkarar hava av ávísum vørumerki. Og vit kunnu geva merkis-
vøruni hold og lív við hugtakinum “brand personality”, tann hug-
myndin, ið fólk ímynda sær, at vøran hevur. Ein roynd at ota seg inn á
og gjøllari lýsa hugtakið branding kundi verið soljóðandi:
Branding fatar um tey viðurskifti og allar teir lutir, ið hava við sær, at
brúkarin er fúsur at gjalda meira fyri eina brandaða vøru, enn fyri eina
óbrandaða vøru.
Lutir og umstøður, ið hava týdning í keypsavgerð brúkarans eru til
dømis vørunavn, vørudygd og vørupakking, lýsingamiðlar, príslega
og umdømi og ikki at gloyma “ brand personality”.
1...,140,141,142,143,144,145,146,147,148,149 151,152,153,154,155,156,157,158,159,160,...286
Powered by FlippingBook