Marknaðarlæra - page 157

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
157
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vøruúrval og vøruspjaðing
Eitt og hvørt vøruúrval verður skipað í vøruflokkar, og í hvørjum
vøruflokki eru tær vørur, sum fyri tað mesta nøkta sama tørv. Væl
sæst á handilshillunum, hvussu vøruflokkarnir verða skipaðir, til
dømis alskins drekkavørur á einum staði, viðskeri á einum øðrum
staði og so tannbustir og tannpasta fyri seg.
Tær vørur, ið fyri tað mesta nøkta sama tørv, eru í sama vøruflokki.
Fjølbroytt og fábroytt vøruúrval
Vøruúrvalið fer í fyrra lagi í tvíningar, er fjølbroytt, tá ið nógvir vøru-
flokkar eru, og fábroytt, tá ið fáir eru. Og í seinna lagi verður úrvalið
flokkað eftir frávikunum. Eru nógv ella fá vørusløg í hvørjum vøru-
flokki, til dømis fimm ella tíggju sløg av kaffi og tíggju ella tjúgu
sløg av hársápu. Djúpt úrval umboðar nógv frávik, og grunt úrval
umboðar fá frávik.
Verður gerandisvøra keypt í stórhandli, er sannlíkt, at úrvalið er eina-
mest fjølbroytt og djúpt. Stórhandilin hevur kanska tíggju sløg av
kaffi, tjúgu sløg av hársápu og annars reiðiliga tað, ið húshaldinum
tørvar. Men verður gerandisvøra harafturímóti keypt í miðalhandli, er
sannlíkt, at úrvalið er fjølbroytt og heldur grunt. Miðalhandilin hevur
kanska fimm sløg av kaffi og tíggju sløg av hársápu og annars tað, ið
tørvur er á.
Fjølbroytt vøruúrval
Fjølbroytt og djúpt
Stórhandil
Nógvir vøruflokkar,
nógv frávik.
Frávik
Vfl.
Fjølbroytt og grunt
Miðalhandil
Nógvir vøruflokkar,
fá frávik.
Frávik
Vfl.
Fjølbroytt vøruúrval hevur nógvar vøruflokkar, og er úrvalið annaðhvørt
djúpt ella grunt.
Verður úrvalsvøra keypt, til dømis í serhandli, teldubúð ella radiobúð,
er hugsandi, at úrvalið er djúpt, tí mong ymisk tól eru í at velja. Men
verður góðgæti keypt í lítlari sølubúð, er hugsandi, at vøruúrvalið er
grunt, tí lítið er í at velja. Vøruúrvalið sermerkir soleiðis virkið og er
samstundis grundarlagið undir vørusøluni.
1...,147,148,149,150,151,152,153,154,155,156 158,159,160,161,162,163,164,165,166,167,...286
Powered by FlippingBook