Marknaðarlæra - page 158

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
158
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handilshugskotini tykjast markleys, á sama hátt sum vøruúrvalið í
smásølum, stórum sum smáum, eru ógvuliga ymisk og samansett.
Einki er yvir at dylja, og eingin ivast í, at nógv umhugsni krevst,
áðrenn handil verður settur á stovn.
Ein og hvør handil og eitt og hvørt vøruúrval krevur dagliga røkt við
skynsamari tillaging til viðskiftafólk og eftirspurning. Vøruúrvalið
verður av og á skift sundur í nýtsluhóskandi og søluhóskandi úrval.
Reglan er kortini, at flest allir handlar hava bæði vørur, sum hóska
saman í sølu og saman í nýtslu.
Fábroytt vøruúrval
Fábroytt og djúpt
Serhandil
Fáir vøruflokkar,
nógv frávik.
Frávik
Vfl.
Fábroytt og grunt
Lítil sølubúð
Nógvir vøruflokkar,
fá frávik.
Frávik
Vfl.
Fábroytt vøruúrval hevur fáar vøruflokkar, og er úrvalið annaðhvørt
djúpt ella grunt.
Søluhóskandi og nýtsluhóskandi vøruúrval
Søluhóskandi vøruúrval sipar til, at handilin eina mest vendir sær til
tann, ið keypir. Bensinsøla selur ikki bara bensin. Nógv onnur vøra
stendur frammi og loypir brell á viðskiftafólk, til dømis góðgæti,
sigarettir, dagbløð, vikubløð og annað mangt.
Matvøruhandil selur ikki bara matvøru og aðra húshaldsvøru, men
hevur nógv annað umframt, ið ikki er húshaldsvøra, eitt nú okkurt
plaggið viðhvørt ella eitthvørt til dagdvølju.
Nýtsluhóskandi úrval er, tá ið vørur á einhvønn hátt hóska saman í
nýtsluni. Handlar, ið leiga út til dømis DVD-filmar og annað tílíkt,
selja eisini drekkavørur, kips og annað góðgæti, og fáa teir soleiðis
eina eykasølu.
Onnur dømi um nýtsluhóskandi vøru eru breyð og viðskeri, bræva-
bind og flaggbløð, tógv og stokkar, teldur og fløgur. Siðvenja er eisini
at laga vøruúrvalið eftir árstíðum og høgtíðum, jólavættrar á jólum og
páskaregg á páskum. Dømini eru sum murran.
1...,148,149,150,151,152,153,154,155,156,157 159,160,161,162,163,164,165,166,167,168,...286
Powered by FlippingBook