Marknaðarlæra - page 165

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
165
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tænasta burturav
Eitt eyðkenni við tænastu er, at tænastugerðin og tænastunýtslan falla
ofta saman. Tað merkir, at tænastugerðin, og tað, sum hon gagnar, er
um somu tíð, og tí ber illa til at goyma tænastuveitingar, tíansheldur at
viga og mála tílíkar veitingar.
Tænastueyðkenni
• Tænasta er óítøkilig
• Tænasta krevur ofta og títt persónligt samband
• Tænasta kann ikki verða goymd
• Tænasta kann ikki vigast og mátast
• Tænasta og nýtsla eru ofta um somu tíð
Tað sum her er umrøtt um tænastueyðkenni kann ikki verða sagt um
vøru og vørugerð á vørumarknaði. Har er vørugerðin og vørusølan
sjáldan um somu tíð, og vøra kann vera á goymslu, vigast og málast,
verða umvæld og skift um.
Tænasta ella tænastuveiting verður ikki eintýdd lýst, men semja er
um tað eyðkenda óítøkiliga, ið hongur uppi við tænastuvirkseminum.
Theodore Levitt lýsir hetta í bók síni “Marketing intangible products
and product intangibles”:
Tað er at gera sær greitt, at vanliga eru viðskiftafólk ikki greið yvir, hvørjar
veitingar tey fáa, fyrr enn tey ikki fáa tær longur.
Tænasta og gagnmeting
Ein tænastuveiting verður gagnmett eftir ymiskum umstøðum og
fortreytum, sum hava týdning sínámillum og soleiðis ávirka heildar-
veitingina. Ein matstovuvitjan kann ivaleyst gera sítt til, at tað ser-
staka og óítøkiliga í tænastuveitingini týðiligari kemur fram í ljósið.
Umstøðurnar benda á, at tey, ið ráða fyri borgum og marknaðarføra
tænastur, eiga at geva gætur, á hvønn hátt viðskiftafólkini gagnmeta
tænastudygdina, og hvussu umráðandi tað er, at viðurskiftini sum
heild eru í lagi. Mangan viðkvomu umstøðurnar í tænastugerðini seta
stór krøv til tænastuveitaran.
Tænasta og gagnmeting
• Viðskifti millum starvsfólk og viðskiftafólk
• Viðskifti millum starvsfólk
• Viðskifti millum viðskiftafólk
• Stuðulsskipan
1...,155,156,157,158,159,160,161,162,163,164 166,167,168,169,170,171,172,173,174,175,...286
Powered by FlippingBook