Marknaðarlæra - page 163

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
163
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vørupakking í samsvari við lógarkrøv
Vørupakkingin skal sjálvsagt vera í samsvari við ásett lógarkrøv. Tað
merkir, at á vørupakking, fløsku, posa, pakka ella øðrum, skal standa
neyðug vørulýsing, ið tilskilar tað, sum í vøruni er, til dømis nøgd,
ymisk evni og annað viðkomandi. Á summum vørum skal verða til-
skilað seinasti søludagur ella nýtsludagur.
Sagt verður, at danir í miðal brúka 18 minuttir, hvørja ferð teir eru
til handils í stórhandli og okkurt um 20 sekund til hvørja keyps-
avgerð í handlinum. Vit kunnu gita, at føroyingar brúka á leið somu
tíð til sama endamál. Tá ið tú fert til handils næstu ferð, gev tær tá
far um stóra fjølbroytni og ikki minni hugflogið, ið myndar vøru-
pakkingarnar heilt niður í smálutir. Tað er áhugavert, og tú verður
stórliga bilsin.
1...,153,154,155,156,157,158,159,160,161,162 164,165,166,167,168,169,170,171,172,173,...286
Powered by FlippingBook