Marknaðartillaging
Price (P. 2)
173
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Prísur og Prísgerð
Tað er ikki av tilvild, at ein vøra kostar tað, sum hon kostar. Virkini
hava sum oftast umhugsað og samanborið vøruna við aðrar líknandi.
Tey vita sum er, at júst munurin millum keypsprís og søluprís er av-
gerandi fyri, hvussu nógv verður eftir til at gjalda hvørjum sítt og so
til vinningin.
Prísáseting
Við hesum í huganum er væl skiljandi, at skilagóð prísáseting, sum
virkið frítt ræður yvir, er av alstórum týdningi. Vit taka samanum
tríggjar viðkomandi spurningar:
• Hvat vilja vit hava fyri vøruna?
• Hvat vil kundin rinda fyri vøruna?
• Hvat taka kappingarneytar fyri vøru av sama slag?
Eitt er, hvat seljarin undir vanligum umstøðum roknar seg fram til og
kundi hugsað sær at fingið fyri vøruna, annað er, hvat fæst fyri vøruna,
tá ið prísgerðin verður partur av myndini. Prísrokningin verður hóast
hesi fyrivarni at rokna sum grundarlagið undir søluprísinum á nýtara-
marknaðinum.
Umrøddu viðurskifti eru í stuttum sagt tey, sum ráða fyri sølu-
prísinum. Øll tiltøkini hava til endamáls at koma fram til tað, ið vøran
ella veitingin skal kosta. Henda tilgongdin kann tykjast langrøkin,
men viðmerkjast skal, at hávastákið er eisini treytað av, hvør vøran er.
Tað er at geva sær far um, at vøruráðini, eitt nú vørudygdin og vøru-
merkið, kunnu vera avgerandi fyri tað, sum fæst fyri vøruna.
Prísgerð og frí kapping
Prísgerðin er grundað á útboð og eftirspurning, og samanumtikið ráða
vøruprísurin og so prísgerðin fyri tí, sum fæst fyri vøruna. Virkið
hevur lítla og onga ávirkan á prísgerðina á fría marknaðinum, men tað
er skilagott at skipa virksemi eftir galdandi kappingartreytum.
Fríur marknaður er, at útboð og eftirspurningur gera av marknaðarprísin
á vøru.
Útboð og eftirspurningur
Virki bjóða út vørur og tænastur og vilja hava sum mest fyri vørur
sínar, og tí vaksa søluhugur og útboð, tá ið marknaðarprísurin
hækkar. Men fellur prísurin, so minkar hugurin at selja og soleiðis
eisini útboðið.