Marknaðarlæra - page 181

Marknaðartillaging
Price (P. 2)
181
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Viðhvørt lýsa handlar við rundum prísum, og tá verða prísirnir
rundaðir av til dømis til 5, 10 ella 20 kr. Tílíkir rundir søluprísir eru
at síggja í fleiri handilsgreinum og hava til endamáls at gera keyparan
varan við eitt gott tilboð. Allarflestu keyparar hava eisini ta fatan, at
rundir prísir benda á serstakliga bíliga tilboðsvøru ella útsøluvøru.
Útgjaringarprísur er at gjara út við tølandi, ofta tilgjørdum prísum.
Inngonguprísur
Inngonguprísur er rættiliga lagaligur og verður brúktur av og á, tá
ið til dømis nýggj vøra ella tænasta kemur á marknaðin. Endamálið
er eitt skifti at fáa fólk at keypa fyri lagaliga prísin. Virkið vónar og
væntar, at fólk taka undir við vøruni í inngonguni og framhaldandi
keypa, tá ið vøran ella tænastan seinni verður seld fyri vanligan prís.
Av góðum grundum verður nógv gerandisvøra sum oftast keypt har,
ið mest fæst fyri peningin. Brúkarin roynir soleiðis at spara, vil nógv
heldur hava meiri pening at ráða yvir og keypa aðra áhugaverda vøru,
eitt nú úrvalsvøru heldur enn gerandisvøru.
Tað er einki dulsmál, at brúkarin er vorðin meira tilvitaður um vøru-
dygd og vøruprís og er heldur ikki serliga trúfastur at keypa í sama
handli. Hann kannar javnan, hvat vøra kostar í ymiskum handlum og
príslistum, fylgir eisini væl við tilboðslýsingum og øðrum tílíkum í
fjølmiðlunum.
Fjald príslækkan
Ræður um kapping, er fjald príslækkan vanligt fyribrigdi. Av tí at
prísur sum nevnt er lættur at eftirgera, royna handilsmenn á annan
hátt at víkja frá kappingarneytum. Teir kunnu tí brúka prístiltøk, ið
ikki eru so løtt at avdúka.
Fjald prístiltøk
• Egningarprísur
• Býtisprísur
• Avsláttur
Egningarprísur
Jákup á Møn egndi fyri kalva. Handilsmenn egna við prísum. Manna-
gongdin er, at ein vøra ella nakrar fáar, verða seldar heilt bíliga, av og
á undir keypsprís. Tílík framferð hevur til endamáls at fáa fólk á gátt,
í teirri vón at onnur vøra verður keypt umframt.
Egningarprísur er at egna við serstakliga bíligum tilboðum.
1...,171,172,173,174,175,176,177,178,179,180 182,183,184,185,186,187,188,189,190,191,...286
Powered by FlippingBook