Marknaðarlæra - page 179

Marknaðartillaging
Price (P. 2)
179
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Broytiligur kostnaður stendst beinleiðis av tí virksemi, ið er tengt at
vøruni. Skiftisíkastið verður sostatt tann upphædd, ið eftir er til fastan
kostnað, íroknað marknaðarføring og nettovinning.
Skiftisrokning er at rokna frá søluprísi aftur til skiftisíkast.
At skiftisrokna
Ætlanin er at keypa 100 maskinbundnar vestar av merkinum “Sirri“
• Væntaður søluprísur við ongum mvg
kr 400,00
• Keypsprísur
kr 230,00
• Flutningskostnaður
kr 10,00
• Annar broytiligur kostnaður
kr 30,00 kr 270,00
• Skiftisíkast =
kr 130,00
Hvørja ferð tílíkur vestur verður seldur, verða 130 kr. eftir til fastan
kostnað og nettovinning. Tað er sjálvandi týdningarmikið, hvussu
stórt skiftisíkastið er fyri hvørja eind, men tað hevur størri týdning,
hvussu nógvar eindir verða seldar við sama íkasti.
Eru til dømis tvey vørusløg, vøra A og vøra B, og skiftisíkastið er
ávikavist 20 kr. og 15 kr., er rímiligt at halda, at tað loysir seg betur at
selja vøru A. Við hesum grundarlagi, sum sæst í døminum, er eingin
ivi um, at tað loysir seg betur at selja vøru B heldur enn vøru A. Nógv
viðurskifti verða lyft og lætt, tá ið mett verður um søluprís. Tað lættir
ikki um, at brúkari ella keypari javnan ber saman vøruprísin við
vørudygdina.
Skiftiskast og seldar eindir
• Verða seldar 100 eindir av vøru A, verður skiftiskastið kr 2000,00
• Verða seldar 200 eindir av vøru B, verður skiftiskastið kr 3000,00
Prísrokning við føstum faktori
Tað kann verða bæði torført og drúgført at javna og rokna kostnaðin
eftir vanligari mannagongd. Prísrokningin við føstum faktori verður
harafturímóti roknað í einum skjótt og einfalt og verður tí ofta brúkt
í smásølum.
Mannagongdin er eisini vanlig, er neyðugt at laga søluprísir eftir
kappingarstøðuni. Eitt einfalt dømi kann heilt stutt lýsa tílíka prís-
rokning. Faktorurin er 2,2, og vit hava kannað eftir, at júst við hesum
faktori fáa vit tann vinning, ið vøran tolir.
1...,169,170,171,172,173,174,175,176,177,178 180,181,182,183,184,185,186,187,188,189,...286
Powered by FlippingBook