Marknaðarlæra - page 185

Marknaðartillaging
Price (P. 2)
185
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Prístogni
Tá ið vit løgdu fyri við prískvæmi, varð nevnt, at vøra kann vera
meira ella minni prískvom. Prístogni viðger hetta mál meir. Ræður
um prískvæmi og prístogni, so er tað í báðum førum vøruprísurin,
ið ræður fyri eftirspurninginum. Prístogni verður lýst sum lutfalslig
broyting í mongd ella nøgd skift við lutfalsligari prísbroyting.
Mongdarbroyting í prosentum
ep =
Prísbroyting í prosentum
Verða gjørdar prísbroytingar, kann prístogni gjøllari leiðbeina virkið
um eftirspurning og sølu. Vit taka tvey dømi fram og rokna prístogni
á mjólk og fløgum:
0,48
Prístognið verður sostatt =
= 0,029
16,67
50
Prístognið verður sostatt =
= 2,5
20
Mjólk
Eftirspurningurin minkar úr 4,2 mió. litrum til 4 mió.litrar = 0.48%, av tí at
prísurin hækkar úr 6 kr. til 7 kr. = 16.67 %
Fløgur
Eftirspurningurin veksur úr 4 mió. stk. til 6 mió. stk. = 50%, av tí at prísurin
lækkar úr 125 kr. niður í 100 kr. = 20%
Um prístogni verður tilskilað, at søluinntøkan er fløðandi, fjarandi ella
tað stendur í kyrrindum. Hugtøkini sipa til, hvussu eftirspurningurin
lagar seg, tá ið prísurin verður broyttur 1%. Forteknið er at kalla altíð
negativt í útrokningini, tí at príslækkan hevur aloftast við sær størri
eftirspurning - og øvut.
Hóast meginreglan er, at forteknið at kalla altíð er negativt, so eru
hendingaferð dømi um, at hækkandi prísir elva til vaksandi eftir-
spurning. Á marknaðinum, ið handlar til dømis við málningalist, eru
hesi viðurskifti ikki púra ókend. Tað skal viðmerkjast, at list sum heild
hevur serligar umstøður viðvíkjandi prísi.
1...,175,176,177,178,179,180,181,182,183,184 186,187,188,189,190,191,192,193,194,195,...286
Powered by FlippingBook