Marknaðarlæra - page 192

Marknaðartillaging
Place (P. 3)
192
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Bústaðarskipaður
Smáir og miðalstórir matvøruhandlar, eisini nevndir miðalhandlar,
húsast ofta har, ið væl av fólki býr í grannalagnum. Vøruúrvalið og
útboðið í tílíkum handlum verður lagað til tey, ið búgva har um leiðir,
og handilin verður soleiðis bústaðarskipaður. Sum nevnt aðrastaðni,
er hendan myndin broytt, síðani bilurin er vorðin fastur táttur av
keypsvanum og nýtsluvanum.
Miðstøðarskipaður og parkeringarskipaður
Handil er miðstøðarskipaður, hevur hann skipað seg saman við øðrum
handlum í sølumiðstøð ella handilshúsi. Sølumiðstøðir, handilshús og
sølutorg eru heilt vanlig í stórum býum aðrastaðni.
Fyrimunurin í tílíkari skipan er, at felags marknaðartiltøk, forvitnis-
ligar sýningar og annað áhugavert virksemi dregur fólk hagar úr
øllum ættum. At nógv fólk kemur hagar, er týdningarmikið fyri
einstaka handilin og handilshúsið sum heild. SMS er gott dømi um
hesa skipan.
Parkeringarskipaður handil veitir góðar møguleikar at seta bilin frá
sær, annaðhvørt í nánd av handlinum ella í grannalagnum. Tílíkir
handlar eru ofta ætlaðir teimum, ið keypa lutfalsliga stórar lutir ella
nógv í senn. Alneyðugt er, at parkeringarviðurskiftini eru høglig, tí
at viðskiftafólk javnan koyra til handils. Umstøðurnar uppi á Halsi í
Havn, í Miðlon og FK í Hoyvík minna heilt nógv um hesa skipan.
Ferðsluskipaður og miðbýarskipaður
Handil er ferðsluskipaður, er nógv ferðsla framvið, til gongu, ella fólk
koyra. Fleiri bensinstøðir standa við alfaraveg, men eisini aðrastaðni
er vanligt, at handlar eru tætt við ferðsluæðr. Møblasølur, bilasølur,
motell og bensinstøðir eru javnan at síggja á leiðini. Tílík skipan kann
verða viðbrekin, verður ferðslan umskipað.
Teir handlar, ið eru í miðbýi, eru miðbýarskipaðir. Flest allir handlar í
miðbýnum í Havn eru serhandlar og selja úrvalsvøru. Har eru áleið 60
handlar, og teir selja til dømis skógvar, bøkur, klæði, teldur, telefonir,
sjónvørp, gávulutir og annað mangt.
Eingin ivast í, at broytingar í samferðslukervinum og miðsavningin
av fólki í miðstaðarøkinum kunnu órógva tey tryggu viðurskiftini, ið
fólk vóru von við, tá ið tey fyrr í tíðini fóru til handils. Tunnilsgerðir,
ferjulegur og nýggir alfaravegir kunnu elva til, at onkur handil verður
við sviðusoð. Men onkur annar fær júst ágóðan av broytingunum.
Viðmerking er, at umrøddu skipanir eru ikki eintýddar, og viðhvørt
er ivingarsamt, hvør skipanin ræður mest, ella at tvær ella fleiri eru
javnsettar.
1...,182,183,184,185,186,187,188,189,190,191 193,194,195,196,197,198,199,200,201,202,...286
Powered by FlippingBook