Marknaðarlæra - page 200

Marknaðartillaging
Place (P. 3)
200
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Treyt onnur vøra, varð farið til Havnar og onnur stórpláss, har sum
vøruúrvalið var fjølbroyttari. Handlarnir vóru heldur ikki serliga
stórir, og mest sum øll avgreiðsla var um skivuna. Hesir handlar við
skivuskipan eru flest allir farnir í søguna med alla. Sum tikið verður
til: Nú er alt bara minnir. Vit tríva í seinasta ørindi av sanginum: Ein
gomul kista av kamfertræ, ið Hans Andrias Djurhuus sáli yrkti so
minniliga:
Brot úr: ”Ein gomul kista av kamfertræ”
Sjáldsaman anga av kamfertræ,
rosinum og finskari tjøru
haldi eg vera enn dagin í dag;
og nú gongur eingin í fjøru.
Nýggj tíð er komin um bryggjusporð`:
Tó tað, ið er farið, tað andar
Sum aldudráttur um tjørað borð,
meðan farið vaggar og dandar.
Broyttu umstøðurnar í sjeytiárunum við vaksandi keypsorku og eisini
harðari kapping elvdu nógvum keypmonnum til at vaksa handilin
og skipa hann sum sjálvtøku. Broytingin frá skivuskipan til sjálv-
tøku kravdi størri søluvídd, og tí bygdu fleiri keypmenn afturat
verandi handli og víðkaðu soleiðis søluøkið. Matvøruhandlarnir fóru
nú meira og meira at líkjast miðalhandlum.
Miðalhandil og stórhandil
Miðalhandil selur matvøru, frystivøru og aðra húshaldsvøru, hevur
sum oftast fjølbroytt og heldur grunt vøruúrval. Viðhvørt selja teir
kjøtvøru umframt. Skipanin er sjálvtøka og søluvíddin skiftandi,
100 – 300 fermetrar er ikki óvanligt. Tílíkir stórir og smáir handlar
eru spjaddir um landið.
Vøruúrvalið í miðalhandli og stórhandli líkist nógv. Stórhandil selur
eisini matvøru, frystivøru og aðra húshaldsvøru. Men í stórhandli er
kjøtbúð umframt, vøruúrvalið er sum oftast fjølbroytt og djúpt og
skipanin sjálvtøka. Søluøkið í stórhandli er vanliga millum 400 og
800 fermetrar, men stórhandlar kunnu vera væl størri. Nakrir fáir tí-
líkir handlar eru í landinum, til dømis Miklagarður í SMS og FK í
Hoyvík.
Serhandil
Nógvir serhandlar eru kring landið eina mest á stórplássunum.
Talið á handlum er skiftandi, men í Havn eru, sum nevnt framman-
fyri, einir 60 handlar í miðbýnum, og einir 30 í SMS. Flestu teirra eru
serhandlar. Klædnabúð, skóbúð, bókabúð og teldubúð eru dømi um
serhandlar.
1...,190,191,192,193,194,195,196,197,198,199 201,202,203,204,205,206,207,208,209,210,...286
Powered by FlippingBook